Leygarmorgunin verður ein serstøk tónleikaframførsla í Havnar Kirkju.
Tað er tónleikabólkurin, Himmerland, sum fer at spæla.
Bólkurin er úr Halkær, sum er ein bygd í Himmerland ikki langt frá Aalborg.
Í bólkinum eru fimm royndir sera ymiskir tónleikarar. Ein teirra er Eskil Romme, sum er vistfrøðiligur bóndi og spælir saxofon og sum hartil er tónasmiður. Ein onnur er Ditte Fromseier, sum er útbúgving violinleikari. Andrzej Krejniuk spælir bass, hann er upprunaliga úr Póllandi og spælir bæði jass, rock og annan tónleik. Ayi Solomon er úr Gana og er uppvaksin í tónleikamentanini har. Hann spælir vanliga saman við teim best kendu donsku tónleikarunum.
Í Himmerland umsetur hann danskan fólkatónleik til eitt serligt slag av tónleiki við ávirkan úr nógvum ymiskum tónleikamentanum.
Fimti tónleikarin er sangarin og gittarleikarin, Morten Alfred Høirup, sum býr í Keypmannahavn.
Bólkurin hevur ferðast víða og hevur seinast verið á konsertferð í Avstralia og Nýsælandi og á hesi ferðini, har tey eisini spæla í Føroyum, skulu tey eisini til Finnlands, Onglands og Italia.










