Serligur suppuborðiskur

Millum størstu mentanarupplivingarnar í einum fremmandum landi, eru ofta matupplivingarnar

Føroyskt ferðalag við 31 fólkum var fyri stuttum í Póllandi, har mong nýttu høvið at fara til tannlækna og optikara. Men tíð var eisini til ymiskt annað.
Føroyingar eru óivað millum fremstu »shopoholikarar« í heiminum, og tað var títt millum handilsvitjaninar hjá teimum, ið vóru í tí føroyska ferðalagnum, sum fóru til Póllands við Lailu og Óla Jákup Rólantsson.
Millum serligu upplivingarnar var at eta eina væl kryddraða og sterka pólska jekarasuppu – ella veiðumanssúpan um ein vil. Talan er um ein ógvuliga serligan pólskan matarrætt. Góður matur er altíð ein uppliving í sær sjálvum, og var nógv gott kjøt, leykur o.a. í veiðumanssúpanini, sum vit fingu á matstovuni í Stettin.

Borðiskur av breyði
Men tað sum gjørdi upplivingini øðrvísi og forkunnugu, var at suppu­borðisk­urin var gjørdur av breyði, og tað var lokið eisini. Talan var um breyð við einari sera sterkari skorpu.
Tann serligi borðiskurin var nú meira at líkna við eina lítla supputerin, har lokið eisini var gjørt av breyði, og so var meiningin, at ein skuldi eta lokið meðan ein seyp ta frálíka góðu pólsku veiðumanssúpanina.
Fólk gjørdist eitt sindur kløkk, tá rætturin kom á borðið, men tá tey so góvu gætur hvussu genialt konseptið var, so var skjótt, at láturin rungaði í matstovini. Súpanin mettaði somikið væl, at tey flestu náddu ikki at meir enn lokið, men ein mátti líka klípa ein bita av »borðiskinum«.
Fitt av póllendingum eru í Føroyum, og vónandi verða boð eftir onkrum póllendingi at læra ein av okkara dugnaligu matstovukokkum at gera pólska veiðumanssúpan, tí tað er ein heilt serlig og øðrvísi uppliving, sum burdi blivið eitt hitt. Tað finnast íslendskar matstovur, ið hava serligu súpanina við tí serliga borðiskinum á matarskránni.