Ein bretskur hernaðarserfrøðingur, Hamish de Bretton-Gordon, heldur, at russiski forsetin er vorðin desperatur. Forsetin hevur givið boð um, at eingin bumbing verður av ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, ta næstu vikuna.
- Er hetta eitt tekin um, at tað er ein órógvaður russiskur leiðari, ið hevur ein her, sum nærkast einum samanbroti? spyr hernaðarserfrøðingurin, sum eisini er fyrrverandi herovasti.
Russiska krígsførslan í Ukraina hevur kostað herinum hjá Vladimir Putin ómetaliga nógv. Sambært einari greining hjá stovninum, CSIS, hevur Russland mist 1,2 milliónir herfólk í krígnum, harav 320.000 av hesum hava latið lív.
Restin eru særd herfólk, herfólk, sum eru tikin til fanga - og herfólk, sum eru flýdd, vil CSIS vera við.
Russiski forsetin hevur boðað frá, at eingin bumbing verður av Kyiv í eina viku. Tað var amerikanski forsetin, Donald Trump, sum sambært forsetanum sjálvum persónliga heitti á russiska forsetan um ein steðg í bumbingini.
Hetta gevur ukrainska fólkinum ein linna í líðingunum. Veturin í Ukraina hevur verið ísakaldur, og álopini hjá russiska forsetanum hava rakt steymnetið og soleiðis eisini hita-og vatnskipaninar í høvuðsstaðnum.
Russland hevur soleiðis brúkt kalda veturin sum eitt vápn ímóti Ukraina, og tað hevur Russland eisini gjørt undanfarnar vetrar.
Bretski hernaðarserfrøðingurin og fyrrverandi heryvirmaðurin, Hamish de Bretton-Gordon, heldur, at steðgurin hjá russiska forsetanum í bumbingunum avdúkar russiska leiðaran.
Hernaðarserfrøðingurin heldur mangt benda á, at herurin hjá Vladimir Putin nærkast einum samanbroti - ella kollapsi, sum hann tekur til í grein í The Telegraph.
##med2##
Ukrainar hava stríðst ímóti russiska hersetingarvaldinum - við stuðli úr vesturheiminum, og framvegis hevur russiski forsetin bert megnað at fingið eftirlitið við 80 prosentum av Donbas-økinum, sum hevur verið hansara hjartamál í krígnum.
Aðrastaðni hava ukrainar rikið russar aftur, sigur hernaðarserfrøðingurin, Hamish de Bretton-Gordon.
- Frágreiðingar hava váttað, at særdir revsifangar - nógvir við mistum likamslutum - eru tvungnir út aftur á hermótið fyri at fylla holini. Í summum førum hava fangarnir ikki fingið protesur, men noyðast at berjast á høkjum, skrivar bretski hernaðarserfrøðingurin í grein í The Telegraph.
Vit kunnu leggja aftrat, at seinni í hesum mánaðinum verða fýra ár liðin, síðan Russland leyp á Ukraina.












