Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sæst her saman við Mette-Marit krúnprinsessu og Haakon krúnprinsi undir OL í París í 2024. (Skrámynd). - Mynd: Bernadett Szabo/Reuters

Forsætisráðharrin: Krúnprinsessan víst vánalig dømievni

Sambært miðlum er Mette-Marit nevnd fleiri hundrað ferðir í Epstein-skjølunum, sum nýliga komu fram.

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sæst her saman við Mette-Marit krúnprinsessu og Haakon krúnprinsi undir OL í París í 2024. (Skrámynd). - Mynd: Bernadett Szabo/Reuters

Norska krúnprinsessan, Mette-Marit, hevur víst vánalig dømievni.

Tað sigur Jonas Gahr Støre, forsætisráðharrin í Noreg, við norska kringvarpið NRK, eftir at Mette-Marit hevur verið sett í samband við fráfarna ríkmann og dømda kynsbrotsmannin Jeffrey Epstein.

Serliga er hon sambært norskum miðlum nevnd fleiri hundrað ferðir í Epstein-skjølum, sum amerikanska løgmálaráðið gav út mikudagin.

– Krúnprinsessan hevur sjálv ført fram, at hon hevur víst vánalig dømievni, sum eg taki undir við, sigur hann.

Tað eru í høvuðsheitum teldupostar, sum Jeffrey Epstein og Mette-Marit hava sent hvørjum øðrum, sum hava verið nevndir.

Samstundis viðgekk krúnprinsessan leygarnáttina, at hon lænti heimið hjá Epstein í Florida í fýra dagar. Ferðin var fyrst í januar 2013, sambært NRK.

Í skrivligari fráboðan til tíðindastovuna NTB hevur krúnprinsessan upplýst, at Epstein sjálvur skal standa til svars fyri sínar gerðir.

Samstundis segði hon, at hon "skal taka ábyrgdina av ikki at kanna bakgrundina hjá Epstein betur, og at eg ikki skilti nóg skjótt, hvat slag av persóni hann var".

– Tað harmar mg djúpt, og tað er ein ábyrgd, sum eg skal taka. Eg vísti vánaliga dømievni og angraði, at eg enntá hevði samband við Epstein. Tað er heilt einfalt pínligt. Eg vil vísa mína djúpu samkenslu og samleika við ofrini fyri misnýtslunum, sum Jeffrey Epstein framdi, helt hon fram.

Mette-Marit hitti Epstein í fleiri umførum, og hon hevið ofta samband við hann umvegis teldupost, sambært NRK. Hon segði honum frá familjulívinum, bað um ráð, og tey bæði tosaðu um bókmentir, gransking, meditatión og heilsu.

Miðlarnir skriva, at fleiri norðmenn høvdu tætt samband við ríkmannin, sum forsætisráðharrin viðmerkir:

– Eg skilji væl, at nógv reagera uppá tað, sum kemur fram í skjølunum. Tað geri eg eisini. Upplýsingar eru eisini komnar fram í ljósið seinasta samdøgrið, sum ikki samsvara við tað, sum áður er komið fram í almenninginum, sigur Jonas Gahr Støre.

Sambært fjølmiðlunum hevur fyrrverandi forsætisráðharrin í Noreg, Thorbjørn Jagland, eisini havt tættari samband við Epstein, enn tað áður hevur verið sagt.

Støre heldur, at hann eisini hevur víst vánalig dømievni.

Epstein varð í 2008 dømdur fyri handil við ungum gentum. Hann sat 13 mánaðir.

Pengamaðurin doyði í fongsli í 2019, meðan hann bíðaði eftir umfatandi rættarmáli í New York um menniskjahandil og kynsligan ágang móti ungdómi.

 

/Ritzau/

 

 

 

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sæst her saman við Mette-Marit krúnprinsessu og Haakon krúnprinsi undir OL í París í 2024. (Skrámynd). - Mynd: Bernadett Szabo/Reuters