VIDEO: Jóhan á Plógv Hansen eigur eitt av topp-5 EM-málunum

(Video) Her eru topp-5 málini frá avgerandi EM-dystunum

Mynd: Ritzau Scanpix

Jóhan á Plógv Hansen, ið vann EM-gull við Danmark í Boxen í Herning ígjár eigur sambært evropeiska hondbóltssambandinum, EHF eitt av topp-5 EM-málunum, ið vóru skotin í teimum avgerandi EM-dystunum. Tá er talan um finaluna, hálvfinalur, og dystin um fimta plássið.

 

Málið Eurohandball hevur valt er hegnisliga vongmálið, har Jóhan skorar til støðuna 8-7 til Danmark móti besta málverjanum í kappingini, Andreas "Andy" Wolff. 

 

Jóhan skoraði sjey mál í finaluni, ið Danmark vann 34-27 (18-16) á Týsklandi. Hann var saman við Mathias Gidsel næstbesti málskjúttin hjá Danmark. Simon Pytlick var við átta málum toppskjútti hjá Danmark. 

 

HER eru topp-5 málini hjá Eurohandball frá teimum avgerandi EM-dystunum:

 

##med2##

 

Mynd: Ritzau Scanpix