Carlos Alcaraz skrivaði søgu við at vinna Australian Open

Carlos Alcaraz vann á Novak Djokovic í finaluni

Mynd: Ritzau Scanpix

Bert 22 ára gamli spaniumaðurin, Carlos Alcaraz er tann yngsti tennisleikarin í søguni, ið hevur vunnið allar fýra "Grand Slam" tenniskappingarnar. 

 

Undan finaluni í einmansleiki í Australian Open móti 38 ára gomlu serbisku legenduni, Novak Djokovic hevði Carlos Alcaraz vunnið hinar tríggjar "Grand Slam" kappingarnar. Tær eru French Open (Roland Garros), Wimbledon og US Open.

 

Í finaluni í dag vann Carlos Alcaraz 3-1 á Novak Djokovic. Hann tapti fyrsta sett, men vann hini trý settini. Settmunurin var 2-6, 6-2, 6-3 og 7-5. Dysturin vardi tríggjar tímar og fimm minuttir. 

 

Carlos Alcaraz er ein av bert seks leikarum, ið hevur vunnið allar "Grand Slam" kappingarnar. Hinir fimm eru Novak Djokovic, Rafael Nadal, Roger Federer, Andre Agassi og Rod Laver.

 

Kasakiska Elena Rybakina vann finaluni í Australian Open í einmansleiki hjá kvinnum á Rod Laver Arena í Melbourne ígjár. Í finaluni vann hon 2-1 á belarussisku Aryna Sabalenka. Settmunurin var 6-4, 4-6 og 6-4.

 

Mynd: Ritzau Scanpix