Sera lítil vandi fyri at fólk verða smittað

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur góð ráð um fuglakrím – eisini til tey, sum hava hønur, dunnur og gæs

Okkara grannalond hava í longri tíð verið plágað av fuglakrími, og nú er fuglakrím eisini staðfest hjá skúgvi á oynni, Fair Isle, í Hetlandi. Fuglakrím hevur ongantíð verið staðfest í Føroyum og fyri at avmarka vandan fyri smittuni, er forboð sett fyri at innflyra allan livandi fugl, og egg til klekingar.

 

Tað er ikki so langt úr Føroyum, og tí hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan nú nøkur góð ráð til føroyingar í sambandi við fuglakrím. Ein ávisur vandi er fyri, at fuglakrím kann koma til Føroya við flytifugli, men tann vandin er størstur um várið, tá ið fuglurin kemur norðureftir av meginlandinum.

 

Vandin fyri at sjúkan smittar fólk, er sera lítil, men fyri at binda um heilan fingur, skulu tey, sum finna sjúkan, ella deyðan, fugl, ikki nerta við teir, men tey skulu boðað Heilsufrøðiliga Starvsstovuni frá.

 

Her verður serliga hugsað um rovfugl, men tey sum finna minst fýra sjúkan, ella deyðan fugl á einum avmarkaðum øki, eiga eisini at siga Heilsufrøðiligu Starvsstovuni frá. Í hesum sambandi skulu fólk upplýs, hvat slag av fugli, talan er um - um so er at tey kenna hann - og hvar tey hava funnið hann.

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eisini góð ráð til tey, sum hava heimafugl, hønur, dunnur, gæs, ella annan fugl. Verður heimafuglur fóðraður innandura, ella undir taki, verður minni av villum fugli drigin til økið og smittuvandin verður tá munandi minni.

 

Tað er eisini skjótt, at skarn, og annað frá villum fugli, setir seg á skógvar og stivlar, og tí verður eisini mælt til at reinsa skógvar og stivlar, áðrenn, og aftaná farið verður út í høsnarhús og til annan heimafugl, ella í stik, har fuglur kann vera. Tað er eisini ein góður vani at vaska sær um hendurnar eftir tú hevur havt samband við fugl.

 

Somuleiðis verður eisini mælt til at gera tað, sum til ber, fyri at avmarka sambandið ímillum heimafugl og villan fugl, tí tað minkar munandi um smittuvandan.

 

Fuglakrím  er ein sjúka, ið kann smitta allan fugl bæði fugl og heimafugl, ella hønur, dunnur, gæs og annan flogfenað. Tað smittar eisini undulátar, kanariufuglar, og aðrar fuglr.

 

Sjúkan kann smitta frá villum fugli til heimafugl, antin beinleiðis frá fugli til fugl, ella óbeinleiðis, umvegis skarn ella annað. Virussið kann yvirliva í umhvørvinum í minst 50 dagar. Vanlig sjúkutekin hjá smittaðum fugli er, at hann missur matarlystun, høvdið hovnar og fuglurin fær ikki anda, og heilt nógvir av teimum sjúku fuglunum, doyggja.