Senda beinleiðis frá Eplafestivalinum á Sandi

Sent verður frá klokkan 13. Vilmund Jacobsen og Jóna Nicolajsen fara at práta við fyrireikarar og gestir, sum eru til Eplafestivalin

Vælumtókti og fólksligi Eplafestivalurin er á Sandi í dag.

 

Fólk, sum ikki hava møguleikan at fara til Eplafestivalin fáa kortini høvið at fylgja við hvat gongur fyri seg á Sandi í dag.

 

Frá klokkan 13 og til umleið klokkan 15.30 sendir Rás2 frá Eplafestivalinum.

 

Reportarar verða Vilmund Jacobsen (myndin) og Jóna Nicolajsen.

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.