Magni Laksáfoss, fíggjarmálaráðharri, greiddi á tíðindafundi seinnapartin í dag frá, at samgongan hevði gjørt semju um fíggjarlógina fyri komandi ár Tað hevur verið togað aftur og fram um fíggjarlógina fyri komandi ár, og fleiri gitingar hava eisini verið frammi um, at samgongan var í vanda fyri at slitna og nýval útskrivað. Men seinnapartin í dag kundi Magni Laksáfoss boða frá, at funnið var fram til eina semju í spurninginum um komandi fíggjarlóg
Magni Laksáfoss segði, at talan var um eina søguliga hending, tí ongantíð áður hevur ein tálmandi fígtgjarlóg verið løgd fram í einum valári. Men tað hendir so nú.
Endamálið við hesari fíggjarlógini er greitt, at tálma búskapinum og at køla ta ovurhiting, sum er. Og samstundis sum miðað verður ímóti at at tálma búskapin við 0,7% av BTÚ, verður farið frá at leggja dent á afalt og betong til tey bleytaru virðini, vísti fíggjarmálaráðharrin á.
Talan verður um tálming av bæði íløgum og rakstri eins og inntøkusíðan eisini verður tálmað. Miðað verður erftir einari tálming upp á 85 milliónir, og tað svarar sum nevnt til 0,7% av BTÚ. Ætlanin er, at avlopið á fíggjarlógini fyri komandi ár skal verða millum 150 og 200 milliónir.
Eisini skal raðfestast øðrvísi komandi ár. Umhvørvið, útbúgving og gransking og vælferð skal raðfestast høggt. Í staðin verða íløgurnar í vegir og tunlar lækkaðar, tó so, at flogvøllurin skal útbyggjast fyri 65 milliónir.
Í sambandi við umhvørvið verða játtaðir pengar soleiðis, at tilbúgvingin kann verða klár, um eitt líknandi óhapp sum tað við Olshanu skuldi hent í framtíðini. Útvegast skal neyðug útgerð at standa ímóti tílíkum óhappum.
Annars standa sparingarnar í mestan mun av, at ætlaði skattalættin verður minkaður við einum triðingi umframt at avgjøld verða hækkað, serliga á sigarettum, góðgæti og sodavatni.
Seinasta freist at leggja uppskot um fíggjarlóg fram, er komandi týsdag klokkan sekstan.









