Ein borgarstjóri í miðamerikanska landinum Honduras er tikin og ákærdur fyri at hava misnýtt sítt vald.
Myndugleikarnir avdúkaðu í síðstu viku, at borgarstjórin hevði selt ta lítlu oynna Gueguensi, sjálvt um tað var kommunan, sum átti hana. Tað vísti seg, at borgarstjórin hevði selt einum manni oynna fyri góðar 30.000 krónur, sjálvt um tann almenni marknaðarprísurin er oman fyri 10 milliónir krónur. Handilin er nú gjørdur til einkis, og borgarstjórin skal í rættin, har hann verður ákærdur fyri at hava selt almenna honduranska ogn til egin áhugamál.
Hetta er annars ikki fyrstu ferð, at borgarstjórin hevur selt ta lítlu oynna. Tað gjørdi hann eisini fyri nøkrum árum síðani, tá hann gjørdi av at lata eitt rækjuvirki keypa hana. Eisini tann handilin bleiv ógildaður.










