Í vikuni, ið fór, bleiv Jørgen Niclasen valdur til nýggjan formann í Fólkaflokkinum. Tillukku við tí. Í samrøðu við blaðmann kemur framm, at nýggi formaðurin ætlar at seta sær sum mál, at yvirtaka 22 málsøkir tey næstu 7 árini. Loysingarflokkarnir – Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin – fegnast, meðan Tjóðveldisflokkurin fyrst vil síggja úrslit, áðrenn hann trýr stavnhaldinum hjá nýggja formanninum.
Yvirtøka endamál í sjálvum sær
Hvussu loysingarpolitikarar hugsa, kom týðuliga fram undir viðgerðini av løgmansrøðuni, tá ið Jógvan á Lakjuni í samband við yvirtøkuna av fólkakirkjuni segði, at ”nú var komið á mál”!! (Hann skundaði sær tó at siga, at enn var nógv eftir). Men tað, ið hjartað er fult av, floymir muðurin yvir av.
Hugsi ikki, at ein yvirtøka í sjálvum sær er nakar trupuleiki – tað kann sambært nýggju yvirtøkulógini ornast við einum frímerki ella einum maili til donsku stjórnina. Men trupuleikin er, tá ið yvirtøkan er framd, at fáa tey yvirtiknu málini at fungera undir føroyskum yvirvaldsrætti.
Yvirtøkur verri fyri føringar
Tað munnu vera fá mál, ið eru blivin betri av at hava verið yvirtikin, meðan vísast kann á nógv mál, ið eru vorðin verri eftir eina yvirtøku. Bert fyri at neva nøkur fá, so kann ikki sigast, at yvirtøkan av skúlaverkinum, tilbúgvingini, sjóbjargingarstøðini, nummarplátunum hjá Akstovuni ella Skipaeftirlitinum hevur gagnað føringum.
Hví? Ikki tí, at stavsfólkini á hesum stovnum er ódugnalig, men tí at føroyskir loysingarpolitikarar vilja billa føringum inn, at yvirtøkur ikki kosta nevnivert, og tessvegna verða yvirtiknir stovnar girdir í politiskar spennitroyggjur og í den grad forsømdir, bert ”tí komið er á mál”, tá íð yvirtøkan er framd.
Yvirtøka til egið valdømi
Eitt av ”brøgdunum” hjá nýggja formanni Fólkafloksins var sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum at yvirtaka Skipaeftirlitið. Tað hendi 1. jan. 2002. Hann hevur helst hugsað, at “komið var á mál”, tá ið stovnurin var blivin føriskur og lagdur í hansara valdømi. Tað skuldi ikki kostað meir enn 8 starvsfólk at reka henda stovn – hóast hann fekk at vita frá serkønum, at stovnurin skuldi hava minst 20-25 starvsfólk, um hann skuldi megna sína uppgávu.
Hvat er so hent? Nú eftir 5½ árum hevur stovnurin enn ikki fótað sær. Skipaeftirlitið skrivar framvegis í fleiri regluverkum sínum 1. jan 2002! Ikki tí, at tey ikki eru dugnalig á Skipaeftirlitinum - tí tað eru tey – men tey hava fingið fleiri uppgávur, men ikki tilsvarandi starvsfólkamanning. Nú eru tey 12 starvsfólk. Ella við øðrum orðum er Skipaeftirlitið yvirtikið við minst 5½ árum ov stuttari fyrireikingartíð.
Og hvør eigur upptøkuna? Út frá vitleysum fortreytum. Jú, landsstýrismaður Sambandsfloksins í fiskivinnumálum.
Norrmenn, týskarar, ongilsmenn og fransmenn í staðin fyri danir
Fyri at fáa gerandsdagin at fungera, hava klassafeløgini fingið nógvar av teimum uppgávum, sum Skipaeftirlitið fyrr hevði undir donskum yvirvaldsrætti – norrmenn (Det Norske Veritas), týskarar (Germanischer Lloyds), ongilskmenn (Lloyds Register) og fransmenn (Bureau Veritas). Fyrr var hetta ókeypis fyri skipaeigararnar, men klassafeløgini taka seg væl betalt, ja sera væl.
Soleiðis fungera yvirtøkur
Soleiðis fungera yvirtøkur. Heldur enn at hugsa um fleiri yvirtøkur, áttu ansvarligir politikarar at hugsa um, at fáa yvirtiknu málini at fungera til dagligt. Hetta átti Jørgen eisini at hugsa um.