Seks mans koyrdir í land

Fyri tveimum vikum síðani fingu seks mans yvir 55 ár munnlig boð frá reiðarínum Sjóborg um, at teir ikki sleppa umborð aftur á nýggju trolararnar, hóast teir siga seg hava fingið lyfti um hetta. Eftir mong ár í tænastu á sjónum er grundgevingin til bráa endan, at teir eru ov gamlir. - Vit eru misnøgdir við lítið virðiligu viðferðina, og møguliga venda vit okkum til Fiskimannafelagið, siga garvaðu sjómenninir

Fyri umleið fjúrtan døgum síðani komu seks garvaðir sjómenn í land, sum í mong ár hava siglt við partrolarunum Stjørnuni og Polarhavi undir reiðarínum Sjóborg. Tá Sjóborg fór at byggja nýggjar trolarar, vórðu Stjørnan og Polarhav seld til reiðaríið Vesturvón og fingu nøvnini Vestursøki og Vesturleiki.
Manningin helt fram at sigla við skipunum undir nýggjum nøvnum og nýggjum reiðaríið, og avtalan var sambært teimum, at teir aftur skuldu sleppa umborð á nýggju trolararnar hjá Sjóborg, og at teir bert skuldu sigla undir Vesturvón, inntil nýggju trolararnir vóru til reiðar. Tænasta teirra umborð á Vestursøki og Vesturleiki undir Vesturvón var sostatt bert fyribils - hildu teir.

Munnlig uppsøgn
Men komnir í land ein dagin greiða teir seks menninir yvir 55 ár frá, at teir andlit til andlits fáa boðini um, at teir ikki sleppa aftur at sigla undir Sjóborg og nýggju trolarunum, tá hesir eru lidnir og til reiðar at fara í flotan. Umframt hetta sleppa teir heldur ikki at halda fram á fyrrverandi Stjørnuni og Polarhavi, tí reiðaríið Vesturvón hevur lovað aðrari manning at sleppa framat. Sostatt standa seks mans nú uttan arbeiði.
- Grundgevingin var, at vit vóru ov gamlir at at sleppa umborð aftur, og henda viðferðin kendist hugstoytandi, greiða vónbrotnu sjómenninir frá. Teir hava verið umborð í mong ár, onkur teirra hevur verið í tænastu í heili 25 ár fyri reiðaríið, men hetta fekk ein bráan og sambært teimum lítið virðiligan enda.
- Serliga tá hugsað verður um, at vit fingu lyfti um at sleppa umborð aftur á nýggju trolararnar hjá reiðarínum, men henda avtalan var ikki skrivlig, eins og núverandi uppsagnarboðini heldur ikki eru skrivlig, greiðir manningin frá. Teir siga, at teir møguliga fara víðari við viðferðini til Fiskimannafelagið.

Ikki ov gamlir
Umframt misnøgdina við háttin, teir fingu boðini um, at sjólívið helst er av fyri teirra viðkomandi, eru teir eisini ónøgdir við grundgevingina um, at teir eru ov gamlir.
- Teir ungu og óroyndu, sum koma umborð, eru ikki til størri nyttu enn vit royndu, og tí heldur grundgeving teirra ikki, sigur umboð fyri manningina, sum nú hevur fingið sekkin. Framtíðarútlitini eru døpur, tí komnir upp í árini er torførari at fáa nýggjan møguleika við øðrum trolara.
- Hevði talan verið um nøkur alment sett, hevði samfelagið helst verið til reiðar við kreppuhjálp í stórum upphæddum á staðnum, men soleiðis er ikki við okkum, sigur ónevnda manningin at enda.