Seks línuskip í grønlendskum sjógvi

- Vit vóna, at okkurt av línuskipunum í grønlendskum sjógvi kemur heim at landa hesa vikuna.

Tvey føroysk ísfiskalínuskip, sum hava fiskað i íslendskum sjógvi, koma heim at landa í vikuni. Skipini hava eina blanding av toski, brosmu og longu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fimm ísfiskalínuskip og eitt frystilínuskip í løtuni fiska í grønlendskum sjógvi, og tey vóna, at okkurt av hesum skipum kemur heim at landa seinast í hesi vikuni.

 

- Línuskipini, sum fiska í grønlendskum sjógvi, fáa mest av toski og so nakað av brosmu, verður lagt aftrat.

 

Tvey ísfiskalínuskip og tvey frystilínuskip fiska í løtuni undir Føroyum. Væntandi kemur annað ísfiskalínuskipið inn at landa fyrst í hesi vikuni, og hitt kemur helst seinast í vikuni.

 

- Skipini, sum fiska undir Føroyum, hava mest av longu og toski og so nakað av hýsu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at streymurin verður rímiligur hesa vikuna, og veðri verður gott. Tí vænta tey eisini, at nakað verður av útróðrarfiski.