Seks deyð í ísraelskum álopi á flóttafólkalegu

Sambært tíðindastovuni Wafa eru seks fólk deyð í ísraelskum loftálopum á levuna Nur Shams á Vestara áarbakka

 

Fólk syrgja í sambandi við eina jarðarferð á Vestara áarbakka í gjár. Fleiri enn 300 fólk eru deyð í álopum frá ísraelskum deildum og búsetarum, síðarni kríggið í Gaza byrjaði, hava palestinsku heilsumyndugleikarnir Ramallah upplýst. - Foto: Hazem Bader/Ritzau Scanpix

Eitt ísraelskt álop á eina palestinska flóttafólkalegu á Vestara áarbakka hevur kosta í minsta lagi seks fólkum lívið.

Tað upplýsa palestinsku heilsumyndugleikarnir í morgun.

Fleiri onnur eru særd.

Ísrael hevur hersett Vestara áarbakka.

– Seks martýrar eru dripnir av hersetingarvaldinum (Ísrael, red.), og fleiri álvarsliga særd eru flutt til Thabet Thabet-stjórnarsjúkrahúsið í Tulkarem, hevur ráðið upplýst í stuttum boðum.

Sambært palestinsku tíiðindastovuni Wafa eru seks persónar dripnir av ísraelskum loftálopum á flóttafólkaleguna Nur Shams, sum er nærindis býnum Tulkarem.

Ísraelskir hermenn eru eisini sendir til Tulkarem.

Ísraelski herurin hevur ikki viðmerkt tíðindini um álopið.

Ísrael hevur hersett Vestara áarbakka síðani seksdagakríggið í 1967. Økið hýsir umframt palestinum umleið eini hálvari millión jødum, sum búgva í búsetingum, sum altjóða samfelagið metir sum ólógligar.

Ísrael vísir tí aftur og grundgevur fyri teimum við bíbilskum og søguligum bondum til økið.

Síðani Hamas leyp á Ísrael 7. oktober, tá minst 1200 fólk doyðu sambært Ísrael, eru harðskapurin kyknaður aftur á Vestara áarbakka.

Ísraelskar deildir og búsetarar hava dripið fleiri enn 300 fólk, síðani kríggið í Gaza byrjaði, hava palestinsku heilsumyndugleikarnir í Ramallah upplýst.

Sambært Hamas stýrda heilsumálaráðnum í Gaza eru fleiri enn 20.000 fólk deyð. Nógv teirra eru børn, kvinnur og eldri fólk, teirra millum fólk, sum vórðu innløgd á sjúkrahús.

Sløk 55.000 fólk í Gaza eru særd í ótalligu loftálopunum, upplýsti ráðið í gjár.

/ritzau/

 

 

Fólk syrgja í sambandi við eina jarðarferð á Vestara áarbakka í gjár. Fleiri enn 300 fólk eru deyð í álopum frá ísraelskum deildum og búsetarum, síðarni kríggið í Gaza byrjaði, hava palestinsku heilsumyndugleikarnir Ramallah upplýst. - Foto: Hazem Bader/Ritzau Scanpix