Sean Connery kundi verið Manchester United leikari

Sean Connery segði í sínum ungu døgum, nei takk, til royndarvenjing í Manchester United. Hetta avdúkar Connery í samrøðu við filmblaðið Empire.

 
Hann greiðir frá, at í sínum ungu døgum ferðaðist hann kring Bretland við einum leiki, og allastaðni spældu teir fótbólt fyri at stytta sær sum dagtímarnar. Tá leikurin varð settur upp í Manchester varð hann sera væl umtóktur, og tey vóru tí har í 3 mánaðir. Fólk frá Manchester United varnaðust gávurnar hjá unga skotanum, og bjóðaðu honum til royndarvenjingnar. Eftir samráð við vinfólk innan sjónleikarheimin, valdi Connery tó ikki at taka av, tí vandin fyri skaðum var so stórum í fótbóltsheiminum.