Sea Shepherd: Føroyingar dyrka Satan

- Drápini eru byrjað tíðliga í ár í teimum ræðuligu oyggjunum við at drepa 60 verjuleysar hval í morgun, sigur Sea Shepherd, sum leggur føroyingar undir at dyrka Satan.

Sea Shepherd hevur fingið sendandi myndir av grindadrápinum í Vestmanna hósdagin, og tað hevur fingið felagsskapin at skriva um »the Ferocious Isles« - ræðuligu oyggjarnar. Tey skriva, at í einum heimi, har siviliseraðar tjóðir hjálpa strandaðum hvalum ymsa staðni í heiminum, so vísa føroyingar onga náði.

- Sea Shepherd Conservation Society fer við skipum sínum til Føroya í summar fyri enn einaferð at leggja uppí og verja hvalirnar frá ótangum, sum myrða hesi vøkru djórini frá hond.

Men ikki øll eru eins hjartaleys, skrivar Sea Shepherd.

- Onkrar djarvar sálir mótmæla sínum sadistisku landsmonnum, og ein stuðul hjá okkum í Føroyum hevur sent okkum hesar myndir, og hann skrivar til okkara, at »eg vildi ynskt, at She Shepherd var her. Drápið gekk ikki skjótt fyri seg, og nakrir hvalir brúktu 01:59 minuttir at doyggja... ræðuliga at síggja«.

- Sea Shepherd hevur fyrr verið í Føroyum, men hesa ferð fara vit til Føroyar sterkari, betri útgjørd og vil fleiri royndum enn nakrantíð, og vit hava eina tøkni við, sum fer at verða góð fyri hvalirnar í summar. Til ta tíð - til skip okkara røkka blóðugu strondunum í Føroyum - hava slagtararnir fríar teymar at pína og fremja hetta ónda drápið av heilum familjum av blíðum, fantastiskum hvalum, skrivar Sea Shepherd.

Sagt verður, at Sea Shepherd verður í farvatninum kring Føroyar. Tey fara at vera á strondunum, og tey fara at vera í luftini. Tey fara at vera aktiv í Danmark, og tey ætla at skapa stríð, sum skal hoyrast kring allan heimin. - Vit ætla, at hetta ólógliga dráp skal enda, sigur felagsskapurin.

Sea Shepherd skrivar eisini, at tað eru blíð og klók fólk í Føroyum, sum hava livað við hesi skommini í áravís, og sum hava verið bangin fyri at sagt sína hugsan av ótta fyri avleiðingum.

- Men nú er tíðin komin at møta ræðuskítunum í Føroyum, sum reypa um, hvussu Gud gav teimum grindina ella rættin til at vaða í blóði og særa hvalir, taka fostrini frá líkunum av mammunum og til at stinga, steina og pína hvalirnar til deyða. Tey kalla drápið eina »gávu frá Gudi«.

At enda skrivar Sea Shepherd, at tann einasti gudur, sum kann góðtaka slíka ræðslu er Satan, og Føroyar tykjast tæna sínum ónda gudi við sínum drápsliga hugburði verja eina barbariska mentan, sum einki pláss eigur í 21. øld, sum ikki hoyrir heima í siviliseraða heiminum og sum als einki pláss eigur í Evropasamveldinum.

Greinin kann lesast

VIÐ AT TRÝSTA HER>