Scania hesa vikuna afturat

Dúgvan verður ikki klár at fara í sigling fyrr enn hendan vikan er av

 

Strandfaraskipið Dúgvan fór ikki aftur í sigling í gjár, soleiðis sum ætlanin annars hevði verið. Arbeiðið tekur nakrar dagar afturat, og tí verður Dúgvan ikki klár fyrr enn hendan vikan er av.

Estlendska avloysaraferjan, Scania, heldur tí fram við siglingin millum Klaksvík og Fuglafjørð, sum ferjan hevur røkt síðani páskirnar.

Hóast summarferðaætlanin kom í gildi í gjár, ávirkar hetta ikki siglingina hjá Scaniu, sum siglir eftir serligari ferðaætlan.

Strandferðslan hevur leigað Scaniu fram til 11. mai, tá skipið aftur skal til Estlands.