Savna inntøkur í búskapargrunn

Stendur tað til Tjóðveldisflokkin verður ein búskapargrunnur skipaður, har blokkurin og kolvetnisinntøkur skulu goymast

POLITIKKUR

<ST1:PERSONNAME$?$END$!$< STRONG normal&quot;$?$end$!$&nbsp;< st1:PersonName$?$end$!$<B>
Eftir norskari fyrimynd hevur Tjóðveldisflokkurin lagt fram Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya.
- Endamálið við Búskapargrunni Føroya er at tryggja samfelagsliga burðardygga nýtslu av serinntøkum landskassans, við atliti til núlivandi og komandi ættarlið. Hartil er endamálið við Búskapargrunni Føroya at virka sum eitt amboð til at røkka einum sjálvberandi búskapi, stendur at lesa í lógaruppskotinum.
Fríggjadagin verður fyrsta viðgerð av málinum á løgtingi, og málið verður beint í fíggjarnevndina.
- Ætlanin er, at allar óvanligar inntøkur hjá landskassanum ikki skulu merkja vanliga raksturin, sigur Páll á Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin.
Tað er ógvuliga sjáldsamt í føroyskum politikki, at ein andstøðuflokkur leggur fram eitt so umfatandi uppskot. Og Páll á Reynatúgvu sigur seg eisini sanna, at tað verður trupult at fáa uppskotið samtykt í verandi líki.
- Vit eru opnir fyri øllum møguleikum og til reiðar at kjakast um uppskotið, sigur Páll á Reynatúgvu.
Í skrivandi stund hevur samgongan ikki viðgjørt málið. Men tað hoyrir til teir heilt sjáldsamu løturnar í føroyskum politikki, at eitt uppskot í øllum førum av tílíkum slag sum hesum - frá andstøðuni verður samtykt.
<B STRONG normal"$?$end$!$ <>
<B STRONG normal"$?$end$!$Inntøkur<>
Ì Búskapargrunn Føroya skulu: skattur sambært kolvetnisskattalógini, avgjøld og ágávur sambært løgtingslóg um kolvetnisvirksemi, blokkstuðulin, inntøkur frá einskiljingum og rentur og avkast av grunsfænum.
Tað vil siga, at allar inntøkur, sum ikki eru beinleiðis skatta, avgjalds ella tollinntøkur.
Uppskotið ger ikki viðmerkingar til, hvussu tað ávirkar tær næstu fíggjarlógirnar, og tað er eisini meiningin.
<B STRONG < normal"$?$end$!$->Hetta er ætlað sum eitt seriøst uppskot um ein yvirskipaðan búskaparpolitikk. Eg ætli mær ikki niður í smálutir til hvørt punkt, sigur Páll á Reynatúgvu.
 
<B STRONG normal"$?$end$!$Skiftisgjøld<>
Grunnurin skal virka frá 2006.  Og ætlanin er, at skiftisgjøld skulu latast úr grunninum til landskassan frá 2006 til 2014. Í 2006 verður gjaldið 600 milliónir, og gjaldið minkar síðani 75 milliónir árliga til 2014.  Peningurin úr grunninum skal nýtast til at gjalda skuld og til útbúgving og gransking. Heildarveitingin úr Danmark er í løtuni 615 milliónir.
Tá grunnurin eigur 3,5 milliardir skal uppskot gerast um realavkast frá grunninum.
<B STRONG normal"$?$end$!$ <>
<B STRONG móttøku< normal"$?$end$!$Kalda>
Tað verður mestur heldur ikki hesaferð, at eitt andstøðuuppskot av hesum slag verður samtykt í løgtinginum. Í øllum førum ikki í tí líki, sum Tjóðveldisflokkurin hevur skotið upp<B STRONG normal"$?$end$!$<>
Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at málið hevur ikki verið fyri í samgonguni, men hann er sjálvur ikki so heitur fyri uppskotinum.
- Har er ymiskt, sum eg ikki kann taka undir við, og ymiskt, ið eg taki undir við. Eg haldi, at uppskotið sigur ov lítið um, hvørjar tænastur skulu skerjast, tá vit í 2007 fáa 75 millliónir minni útgoldið til rakstur, sigur Bárður Nielsen.
Málið um búskapargrunn er ikki ókent í føroyskum politikki. Tá Karsten Hansen var landsstýrismaður í fíggjarmálum var málið eisini frammi, men tað eydnaðist ikki Fólkaflokkinum og Tjóðveldisflokkinum at semjast. Men bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vóru sinnaðir at taka undir við einari skipan, ið av álvara minnir hetta. Málið kom tó ongantíð fyri løgtingið.
-        Eg kann í prinsippinum taka undir við at skipa ein búskapargrunn. Serliga til oljuinntøkur hava royndir í øðrum londum víst, at tað er tað einasta rætta, sigur Bárður Nielsen.