Í dag undirskrivaðu Articon og Tórshavnar kommuna sáttmála um vegagerðina oman fyri Argjahamar, har nýggja stóra útstykkingin verður.
Vegagerðin er ein fyritreyt fyri, at stóra útstykkingararbeiðið kann fara í gongd, og samstundis verður vegurin fluttur úr túnunum hjá fólki í ovastu røð og væl niðaneftir.
- Vegurin er einar 600 metrar langur og gongur út í Glyvursnesvegin hjá festaranum. Hægsta raðfestingin hevur verið at fáa lagt vegin so skynsamt sum gjørligt í lendið.
Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu verður sagt, at nú verður byggingin á staðnum ítøkiliga planløgd, og her verða bygdar einar 200 íbúðareindir.