Sara Omar til Føroyar

Sara Omar kemur til Føroyar at tosa um skaldsøgur sínar Dødevaskeren
og Skyggedanseren.

Skaldsøgurnar hjá Sara Omar hava elvt til nógv kjak, serliga tí tær
viðgera so viðkvom evni sum kvinnukúgan, blóðskemd, pedofili,
harðskap ímóti kvinnum og børnum, og hvussu mentan, religión og
samfelagsskipanir ávirka lívsmøguleikarnar hjá kvinnum og gentum.
Skaldsøgurnar byggja á veruligar hendingar.

Á tiltakinum fer Sara Omar í samrøðu við Óluvu Zachariassen at
siga frá skaldsøgunum og stríðnum fyri rættindunum hjá øllum
kvinnum.

Sara Omar gjørdist víðagitin tá hon í 2017 gav út fyrstu
skaldsøgu sína Dødevaskeren, sum beinanvegin bleiv millum mest seldu
skaldsøgur í Danmark. Í 2019 kom næsta skaldsøgan, Skyggedanseren.

Í 2019 fekk Sara Omar Gyltu Laurberini. Sara Omar vann eisini
Mannarættindaheiðurin 2019 fyri dirvi sítt at fortelja veruleikar um
kvinnukúgan og sosialt eftirlit. Hon hevur harumframt fingið eina
røð av øðrum heiðurslønum.

Tiltakið við Sara Omar verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 4.
apríl kl. 15:00 -17:00. Henda dagin ber til at keypa skaldsøgurnar í
Norðurlandahúsinum.



Tiltakið er eitt samstarv ímillum Kvinnufelagið í Havn,
Norðurlandahúsið og Amnesty Føroyar.