Í lutakastinum til HM-undankappingina gjørdist tað í gjár greitt, at Føroyar koma í bólk saman við Portugal, Sveis, Ungarn, Lettlandi og Andorra. Tað tykist sum flestu føroyingar eru væl nøgdir við lutakastið, og tað sama eru tey í Portugal.
Portugisiski landsliðsvenjarin, Fernando Santos, leggur tó dent á, at Føroyar ikki skulu undirmetast.
- Tað eru nøkur, sum halda, at vit hava havt eitt sera gott lutakast við at fáa nøkur veik lið, harímillum Føroyar. Tað er rætt, at teir sambært styrkismetingini ikki eru á okkara støði, men teir hava júst vunnið tvær ferðir ímóti Grikkalandi, vísir Fernando Santos á í samrøðu við Correio de Manha.
Hetta sama blaðið leggur tó alt fyri eitt trýst á portugisiska landsliðið, sum er styrkismett sum nummar eitt í bólkinum.
- Við hesum lutakastinum er Portugal favorittur at vinna bólkin, sum hevur teir týdningarmestu dystirnar ímóti Sveis. Ungarn, Andorra, Lettland og Føroyar eru hini liðini í bólkinum, og við hesum er Portugal tvungið at átaka sær trýstið, at tað einasta, ið er gott nokk, er at spæla seg víðari, skrivar Correio de Manha.
Eisini blaðið Diario de Noticias heldur, at dystirnir ímóti Sveis eru truplir, men:
- Ungarn, Føroyar, Lettland og Andorra eru ógvuliga lagalig mótstøðulið í mun til hvørji onnur lond vit kundu fingið í lutakastinum, skrivar blaðið.









