Whale and Dolphin Conservation Society sigur seg vera altjóða røddin fyri verju av hvalum, delfinum og teirra umhvørvi.
Filmurin er gjørdur í 1989, men hevur nú funnið sína leið út á alnetið.
Tað sigst, at tað er kendi sjónleikarin Anthony Hopkins, sum leggur rødd til filmin, men tað hevur enn ikki eydnast okkum at fingið staðfest, um so er.
Men vit kunnu staðfesta so mikið sum, at filmurin er fullur í villleiðandi upplýsingum. Fyri so vítt er tað einasta sanna í filminum, at vit í Føroyum drepa grind. Restin er ógvuliga grov ósannindi í enda í annan.
Sambært stutta filminum, so vitja grindahvalirnir í Føroyum einaferð um árið. Ongin veit hví, men soleiðis er tað bara, verður sagt. Sambært filminum, so gleða øll í Føroyum seg til henda dag, og íbúgvarnir fyrireika serligar bátar, soleiðis at teir kunnu taka í móti hvalunum.
Nógv verður gjørt burtur úr at lýsa, hvussu ræðuligan deyða hvalarnir fáa og sagt verður eisini, at tess meira hvalarnir ýla, tess meira nýtir fjøldin drápið.
Filmurin er lagdur út á YouTube, har beinleiðis leinkjan er www.youtube.com/watch, men sæst eisini við at fara inn á www.kjak.fo.










