Sannførandi FM-gull til ÍF

Fleyr kundi heldur einki gera við ÍF í dag, sum vann trygt 3-0 og fekk FM-gullið í hús.

Menninir hjá ÍF kunnu nú kalla seg greipuvinnarar. Tað kunnu teir eftir at teir vunnu FM-gull í høllini á Hálsi í dag, har teir vunnu trygt 3-0 ímóti Fleyr. Tað sama var úrslitið í fyrstu FM-finaluni, og harvið vunnu teir FM-finaludystin 2-0.


Talan var einamest um klassamun allan dystin. Fyrsta sett vann ÍF greitt 25-15, og hóast Fleyr í løtum var væl við í øðrum setti, so vísti ÍF seg stinnari at enda og vann 25-20. Í triðja setti hevði ÍF munin alt settið og vann at enda greitt 25-15 og harvið dystin 3-0.


Fleyr – ÍF 0-3 (15-25, 20-25, 15-25)