Sankta Jósefs Barnagarður 90 ár

Tað eru nú 90 ár síðan, at Sankta Jósefs Barnagarður byrjaði sítt virki í húsunum hjá Klett í Bringsnagøtu. Upprunaliga var barnagarðurin privatur og tað vóru Fransiskanarasystrarnar, sum høvdu ábyrgdina av honum.

 

- Hetta var tann tíðin, tá kvinnurnar fóru út á fiskaplássini at arbeiða, so tørvurin á barnaansing vaks øgiliga skjótt. Mong í Havnini tá á døgum høvdu tá umframt eina fiskimannaløn kanska bara eitt lítið traðarstykki at liva av, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari røðu.

 

- Barnagarðurin flutti so í 1933 niðan undir Varða og húsaðist í tí endanum á Skt. Frans skúla, har sum gamla Mariukirkjan er. Hetta var sera trupult, tí hetta var ein kirkja og systrarnar høvdu eitt bønar- og kirkjulív at røkja – og hetta skuldi alt fara fram, meðan børnini spældu og leikaðu í á staðnum.

 

- Loysnin varð, at systrarnar valdu at nýta núverandi bygning til barnagarð burturav. Bygningurin varð bygdur í 1967 og upprunaliga ætlaður skúlabørnum; men í 1968 varð barnagarðsvirksemið so flutt higar, og hevði hetta samstundis við sær, at langi bíðilistin hjá kommuni eftir ansingarplássum styttist, tí nú var brádliga pláss fyri fleiri børnum í gamla barnagarðinum.

 

---

 

- Eg veit ikki um tað gevur meining at samanbera kostnað fyrr og nú, men til stuttleika kann nevnast, at foreldragjaldið í dag fyri eitt vøggustovupláss er væl omanfyri trítúsund krónur – og smáar tveytúsund krónur fyri eitt barnagarðspláss. So hava vit sjálvandi eisini systkinafrádrátt.

 

- Til samanberingar kostaði eitt stovnspláss í 1957 tríggjar krónur - men vóru tað systkin (2 børn), so kostaði tað fimm kr fyri tvey. Pedagogiskt er nógv broytt – tá vóru tvey vaksin um at ansa eini 30 børnum, sum ikki høvdu stundir til nógv annað enn at tryggja, at børnini vóru nøkurlunda nosslig og mett og at tey trivust.

 

---

 

- Nevna vit Stella Maris eisini, so vóru tað eisini nunnurnar, sum settu hesa vøggustovuna á stovn aftur í 1958 - tann fyrsta í landinum.

 

- Franciskanarasystrarnar hava verið Havnini góðar. Og tað er eitt stórt tal av havnarborgarum, sum  eru farnir ígjøgnum vøggustovuna og síðani beint yvir í Sankta Jósef barnagarðin at ganga.

 

---

 

- Her í Sankta Jósefs Barnagarði eins og í Stella Maris hava børnini altíð verið væl ansað og hava havt tað gott. Fleiri ættarlið hava gingið á stovninum, og hetta í sjálvum sær boðar sanniliga frá trivnaði!

 

- Tit eru kend fyri at hava góð, støðug og arbeiðssom starvsfólk. Og tit eru eisini kend fyri ta góðu umsorgan, sum tit hava víst børnunum øll hesi árini. Trúføst starvsfólk skapa trivnað og tryggleika í gerandisdegnum – bæði fyri børnini, foreldur og fyri starvsfólkini.

 

---

 

- Tað er gott at síggja tykkum øll somul. Her hava vit havt fleiri góðar løtur, og tað er altíð hugnaligt at vitja bæði starvsfólk og børnini, sum ganga her. Persónliga havi eg havt tætt tilknýti til stovnarnar her – øll okkara børn hava gingið í bæði Stellu Maris og Sankta Jósefs barnagarði.

 

- Tað hevur verið ein sonn fragd, arbeiðið hevur altíð verið væl skipað, tit hava hava altíð víst blíðskap og dugað væl at skapa hugna og samstarvið við okkum sum foreldur hevur verið framúr.

 

- Í løtuni fyrireika vit umbyggingar og broytingar, nú ætlanin er at broyta stovnin frá at vera barnagarður burturav til at verða bæði barnagarður og vøggustova. Eg havi álit á, at vit eisini fara at loysa hesa uppgávuna saman í sátt og semju.

 

- Eg fari at enda at ynskja tykkum hjartaliga tillukku við 90 ára føðingardegnum og allarbestu eydnu í øllum arbeiði tykkara, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

 

Hetta skrivar torshavn.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.