Sandshavið landað tvær ferðir í Íslandi

- Vit fingu munandi betri prís fyri fyrru landingina í Íslandi, enn vit høvdu fingið í Føroyum, sigur Sniálvur Røvilsberg, sum er við Sandshavi

Tá Fiskamarknaður Før­oya fríggjadagin gjørdi sín­ar metingar fyri viku­na sum kemur, varð sagt, at bara eitt línuskip í løtu­ni er til fiskiskap, og at hetta skipið fiskar í Ís­landi.
Línuskipið, sum er í Íslandi, er Sandshav, og tað er Eyðvarður Peter­sen, sum er skipari. Við skipi­num henda túrin eru 12 mans. Tað er ikki fult tal, men tað eydnaðist ikki at fáa fleiri menn við hen­da túrin.
Tað eru umleið 14-15 dag­ar, síðan Sandshav loysti í Føroyum, men með­an teir hava verið har yviri, hava teir tvær ferðir verið inni í Hornafjørðinum og land­að.
Fyrru ferð, teir land­aðu, var hin 1. desember. Tá hevði Sandshav um­leið 24.000 pund. Í dag hava teir aftur verið inni og landað, og hesaferð høvdu teir stívliga 32.000 pund.
Sniálvur Røvilsberg, sum er við Sandshavi, segði við in.fo sunnu­kvøldið, at fyrru ferð, teir land­aðu, seldu teir fyri stív­liga 170.000 krónur, og tá fingu teir millum 18 og 19 krónur fyri kilo av toski og einar 15 krónur fyri kilo av longu.
- Vit fingu soleiðis væl meira fyri fiskin í Íslandi, enn vit høvdu fingið, um vit landaðu hann í Før­oy­um, sigur hann.
Sniálvur Røvilsberg vísti á, at tey stívliga 32.000 pundini, sum teir land­aðu sunnudagin, verða seld í dag, og sum skilst eru útlit til, at fiska­prís­urin hesaferð verður nakað lakari enn á fyrra túrinum.
- Í løtuni eru vit á veg aft­ur á fiskileið, og æt­lan­di verður línan sett um­leið klokkan 04.30 ella 05 í morgin. Vit royna helst einar fimm ella seks dagar aftrat, og so verður kósin sett móti Føroyum, segði Sniálvur Røvils­berg, sum hevur verið við Sandshavi í stívliga eitt hálvt ár.