Sandoyingar vunnu aftur trivaligan sigur

1. DEILD: Tijani Mohammed skoraði hattrikk í Klakvsík í kvøld

Mynd: B71

Síðsta vikuskifti vann B71 4-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá HB. Leygarkvøldið var B71 í Klaksvík, har teir vunnu 4-1. Góða gongdin seinastu vikuna ber við sær, at B71 nú er á fjórða plássi. B71 hevur 37 stig og er eitt stig frammanfyri Undrið FF. Tað eru trý stig frá B71 og fram til triðja plássið og Víking. Í næsta umfari eigur B71 heimavøll ímóti NSÍ.

 

Tijani Mohammed skoraði hattrikk fyri B71 í kvøld. Hann legði gestirnar á odda, áðrenn 10 minuttir vóru farnir, og Dávid B. Andreasen javnaði til 1-1, tá ið ein hálvur tími var farin.

 

Stutt undan steðginum legði Jovanni Garcia aftur B71 á odda, og síðsta korterið skoraði Tijani Mohammed tvey mál aftrat. Hann hevur nú skorað átta mál – sama máltal sum Jónas Warner hevur skorað. Jovanni Garcia er toppskjútti hjá B71 við níggju málum.

 

KÍ er á sætta plássi við 34 stigum.

 

KÍ fer fríggjadagin at spæla í Trongisvági, og  B71 fær vitjan av NSÍ.

 

-

 

KÍ – B71 1-4 (1-2)

 

0-1: Tijani Mohammed 8.

 

1-1: Dávid B. Andreasen 30.

 

1-2: Jovanni Garcia 44.

 

1-3: Tijani Mohammed 76.

 

1-4: Tijani Mohammed 88.

 

-

 

ÍF – Víkingur 1-7 (1-5)

 

0-1: Signar á Brúnni 3.

 

0-2: Rani Hansen 11.

 

0-3: sjálvmál 17.

 

1-3: Hans Jákup Lervig 26.

 

1-4: Magnus Jarnskor br 42.

 

1-5: Fannhard Skoradal 43.

 

1-6: Fannhard Skoradal 72.

 

1-7: Magnus Heinason 88.

 

-

 

Undrið FF – NSÍ 3-3 (2-3)

 

0-1: Marjus Nón 3.

 

0-2: Yehor Korytskyi 6.

 

1-2: Villiam E. Klein 30.

 

1-3: Ari Langgaard 32.

 

2-3: Martin Hjaltalin Dam br 38.

 

3-3: Petur Meinhard Magnussen 95.+

 

 

 

HB – TB 1-1 (0-1)

 

0-1: Mikkel Blåholm 32.

 

1-1: Ási Dam 46.

 

-

 

B36 – 07 Vestur 4-1 (1-1)

 

1-0: Rani í Soylu 10.

 

1-1: Julian Mouritsen 45.

 

2-1: Rani Berg í Soylu 53.

 

3-1: Rani Berg í Soylu 70.

 

4-1: Benjamin Heinesen 76.

 

-

 

TB221633642851
ÍF221543472749
Víkingur221246593740
B71221147412837
Undrið FF221138403236
2211110493934
HB228311374727
B36225611364921
NSÍ223613297315
07 Vestur22022020642

 

-

 

23. umfar

 

Hósdagin 15. september

 

B36 – Undrið FF

 

Fríggjadagin 16. september

 

07 Vestur - Víkingur

 

HB – ÍF

 

B71 – NSÍ

 

TB – KÍ

 

 

 

Mynd: B71