Í kvøld eydnaðist tað av álvara hjá B71, sum ikki er eydnast seinastu ferðirnar. Í trimum teimum seinastu dystunum hevur samlaða úrtøkan hjá sandoyingum verið eitt stig. Í kvøld hevði B71 vitjan av næstbesta liðnum hjá B68, sum hevur 7 stig. Undan dystinum í kvøld hevði B71 4 stig.
Í kvøld vann B71 6-0 eftir hálvleiksstøðuna 3-0.
Tølini siga, at B71 hevði 18 royndir á og framvið málinum, meðan B68 hevði fimm royndir.
Hans Oddson Hentze setti hol á, tá ið 10 minuttir vóru farnir, og síðani vóru tað fýra ymiskir útlendskir spælarar hjá B71, sum skoraðu: Romulo Cicolin Bosqueiro, James Michael Drye og Tijani Mohammed, áðrenn Jónatan Kjærbo staðfesti 6-0 sigurin við brotssparki.
Leygardagin fær B71 vitjan av HB, og tá fær B68 vitjan av B36.