Samskip nýggjan stjóra

Nýggi stjórin fær millum annað ábyrgdina av flutninginum hjá Samskipum til og úr Føroyum.

Nevndin í Samskip Holding BV hevur sett Pálmar Óla Magnússon í starv sum forstjóri í felagnum Samskip hf.

 

Páll Óli Magnússon arbeiddi hjá Samskipum frá 2008 til 2011. Síðani hevur hann arbeitt hjá orkfelagnum Landsvirkjun, men í juli setir hann seg í forstjórastólin í Samskipum. Í hesum arbeiðinum skal hann millum annað hava ábyrgdina av flutninginum til og úr Íslandi og Føroyum. 

 

Samskip hevur skrivstovu í 24 londum. Felagið hevur 19.000 bingjur, og á hvørjum ári flytir tað umleið 700.000 bingjur. Starvsfólkini eru 1.400 í tali, harav nøkur í Føroyum.