Samráðingarnar millum Iran og USA kunnu halda fram

- Iran er ikki farið frá samráðingarborðinum, og eg vænti, at Iran kemur aftur og gevur okkum alt, sum vit vilja hava, sigur Donald Trump, forseti

Uttanríkisráðharrin í Pakistan, Mohammad Ishaq Dar, sigur, at landið fer at royna at leggja til rættis nýggjar samrøður millum Iran og USA.

 

Í dag fóru londini frá samráðingarborðinum í Islamabad - uttan nakra nýggja avtalu landanna millum.

 

Eitt talsfólk fyri iranska uttanríkisráðið sigur seg eisini halda, at samráðingarnar millum londini kunnu halda fram.

 

Talsfólkið heldur tað vera nátúrligt, at eingin avtala er fingin í samráðingunum hesaferð, men heldur, at diplomatiið fer at halda fram - í einum ella øðrum formi, sum talsfólkið tekur til.

- Diplomatiið tekur ongan enda, og Iran fer at hava samband við Pakistan, grannalond og onnur vinaliga sinnað lond, sigur talsfólkið fyri iranska uttanríkisráðið.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at fundirnir endaðu í einum góðum "tóna", sum hann tekur til. 

 

- Iran er ikki farið frá samráðingarborðinum, og eg vænti, at Iran kemur aftur og gevur okkum alt, sum vit vilja hava, sigur forsetin í samrøðu við Fox News.

 

Samrøðurnar í Islamabad vístu stóru fjarstøðuna, sum er millum londini, sigur Ali Vaez á iransku deildini á stovninum,  International Crisis Group.

 

Hann hevur tó ikki mist mótið um, at okkurt kann fara at spyrjast burturúr, sum tíðin gongur.

 

Ali Vaez væntar ikki, at kríggið tekur seg uppaftur í nærmastu framtíð, men at hetta heldur verður eitt óstøðugt tíðarskeið við trýsti og royndum at byrgja uppfyri einum enn meira umfatandi stríði í Miðeystri.

 

- Vegurin víðari, um tað er ein vegur, liggur í at avmarka seg, gera avtalur og minka um "temperaturin", sum Ali Vaez á iransku deildini á stovninum, International Crisis Group, tekur til.