Iranski tjóðartingsforsetin og samráðingarleiðarin í Islamabad, Mohammad-Baqer Qalibaf, sigur, at ávaringarnar úr USA ræða ikki Iran.
- Um tú vilt berjast, vilja vit eisini berjast. Vilt tú handla logiskt, gera vit tað eisini, sigur hann sambært almennum iranskum miðlum í dag.
Samráðingarleiðarin leggur dent á, at útsagnirnar hjá amerikanska forsetanum um at steingja Hormussundið sjálvsagt merkja hann.
Donald Trump hevur nevniliga hótt Iran við at "spreingja allar iranar", sum leypa á amerikansk skip í Hormussundinum.
Iranski samráðingarleiðarin, Mohammad-Baqer Qalibaf, ásannar, at framstig eru gjørd í samráðingunum, tó at eingin avtala er komin upp á pláss.











