Hósmorgunin hin 30. apríl klokkan 09 bjóðar Sunda kommuna vinnuni í økinum til morgundrekka á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka.
Endmálið við morgundrekkanum og fundinum er at styrkja samskiftið við lokala vinnulívið.
- Vit vilja millum annað fegin hoyra eitt sindur um, hvørjar avbjóðingar, ætlanir og tankar tit ganga við, siga tey í Sunda kommunu.
Samstundis vilja tey í kommununi kunna vinnuna um, hvørjum kommunan arbeiðir við á vinnu- og umhvørvisøkinum.
Enn fyriliggur eingin skrá fyri tiltakið, men skráin verður lýst seinni.
- Vit vóna, at tú/ tit hava hug og møguleika at luttaka til eitt óformelt og hugnaligt vinnuprát, og neyðugt er ikki við tilmelding.
Í Sunda kommunu gleða tey seg til at síggja vinnuna í økinum henda morgunin - til morgundrekka og vinnuprát.











