Jóannes Dalsgarð, Velbastað
Fyri aðru ferð í eitt ár viðger løgtingið eina lógarbroyting, sum hevur við sær, at tað verður revsivert at gera mannamun á fólki, sum eru samkynd, eins og tað er revsivert at gera mun á fólki vegna húðarlit, trúgv v.m.
Tað skammiliga hendi, tá málið var fyri seinast, at næstan tveir triðingar av løgtinginum vóru ímóti lógarbroytingin og góðtóku sostatt, at munur kann gerast á fólki.
Nú málið er komið aftur á ting, hava fleiri tinglimir talað ímóti broytingini í fjølmiðlunum.
Oftast er talan um vánaligar undanførslur, so sum at happing ongantíð eigur at fara fram, og at tey samkyndu ikki eru verri fyri enn onnur.
Her verður tosað móti betri vitan, tí tað eru fleiri ítøkilig dømir um, at samkynd eru verri fyri í samfelagnum enn onnur, og nú í seinastuni hava vit fingið prógv um, at persónur er illa viðfarin, tí hann er samkyndur. Løgreglan sigur seg ikki hava nóg gott lógargrundarlag fyri at verja samkynd móti happing og ágangi.
Ein tílík hending og aðrar siga okkum so mikið, at tað er neyðugt við eini lógarbroyting, sum tryggjar teimum samkyndu somu rættindi, sum aðrir borgarar hava.
Tey, sum eru ímóti lógarbroytingini, himprast ikki við at taka bíbliuna til hjálpar. Tey sleingja um seg við skriftstøðum.
Tað eru ikki bara tingfólk, sum eru á gosi, eisini leikfólk taka til orðanna og siga seg prógva, at lógarbroytingin stríðir móti orði bíbliunnar við at vísa til ávís skriftstøð.
Í Dimmalætting 20. oktober í ár er lesarabræv, har víst verður til skriftstøð í gamla og nýggja testamenti, sum skulu siga frá, hvat bíblian heldur um tey samkyndu.
Eg fari at ráða brævskrivaranum og øðrum til at lesa eitt sindur meira í bíbliuni, so koma tey kanska fram á líknilsið um tollaran og farisearan.
Vónandi fáa tey so mikið burturúr, at tey aftra seg við aftur at døma onnur menniskju, sum ikki eru sum tey sjálv.
Annars hevur søgan víst okkum, at tað spyrst einki gott burturúr, tá religión og politikkur verða blandað saman.
Í 1948 skrivaði suðurafrikanin Alan Paton skaldsøguna Grát mítt elskaða land, sum lýsir støðuna hjá svarta fólkinum undir apartheitstýrinum.
Nú eru útvið 60 ár, síðan hann skrivaði hesi orð, og vit føroyingar hava sett okkum sum mál at vera fremsta tjóð í heiminum um átta ár.
Ikki minst í hesum sambandi er tað hugstoytt og ræðandi at hugsa sær til, at vit, eftir at hetta málið endaliga er viðgjørt í løgtinginum, møguliga skulu noyðast at lata orðini hjá Alan Paton vera galdandi fyri Føroyar.
Vónandi kennir løgtingið sína vitjanartíð og samtykkir broytingina, soleiðis at eisini hesin minnilutabólkur fær sømilig livikor her í landinum.