Sambandsmenn fagnaðu deyðarevsing

Eirikur Lindenskov, blaðstjóri

Helgi Abrahamsen vísir í lesarabrævi omanfyri til grein í Sosialinum fríggjadagin, undir yvirskrivtini: »Deyðarevsing livir enn í Sambandsflokkinum«. Hann nevnir kortini ikki essensin í greinini, sum er, at formaðurin í Norðoya Sambandsfelag alment sigur, at vit í Vesturheiminum ikki skulu siga irakiska fólkinum, hvussu tey skulu skipa sína rættvísisuppgerð við fortíðina – les avrættingina av Saddam Hussein.
Hetta kemur í kjalarvørrinum av, at formaður Sambandsfloksins bæði á tingsins røðarapalli 8. november og á Portalinum/í Sosialinum um nýggjárshalguna hevur sagt, at deyðadómurin av Saddam Hussein var »ótrúliga positivur«. Hesi orðini tók hann kortini aftur – men sigur nú, at »rættvísi sigraði«, hvussu tað so skal skiljast.
At Helgi Abrahamsen, sum er skrivari Sambandsfloksins, ikki heldur, at hetta hevur nógv upp á seg og leggur Sosialinum undir at gera eina gølu burtur úr hesum, má bara standa fyri hansara rokning. Men tað er so ein veruleiki, at formaður Sambandsfloksins og formaðurin í Norðoya Sambandsfelag – hóast teir siga seg vera ímóti deyðarevsing, hava fagnað deyðadóminum av Saddam Hussein. Um tað er at skapa eina gølu, at ein fjølmiðil setir spurnartekin við slíkar útmeldingar, so hava vit kanska ikki somu uppfatan av mannarættindum, av politiskum støðufesti og av fólkaræði sum heild.