Nú hava tveir framstandandi menn úr Sambandsflokkinum verið á Álandsoyggjunum og hátíðarhildið teirra sjeyti og fimm ára dag, síðan teir fingu sjálvstýri.
Hvat munnu hesir menn hava sagt har yviri? Munnu teir hava greitt teimum frælslyntu álendingum frá at teir hoyra til ein flokk, sum stríðist við hond og fót ímóti sjálvstýri í sínum egna landi? Teir máttu havt ringan smakk í munninum, meðan teir vóru ímillum alt hatta fólkið, sum øll hava strítt fyri frælsi í sínum landi. Eg hevði skammast, um eg var í teirra stað.
Sjálvstýrismaður