Sambandsflokkurin var ikki ímóti Atlantic Airways

(Spurningar til Áka Andreasen)

Helgi Abrahamsen
?????????
Tann 18. august í fjør, hevði Áki Andreasen eina grein í bløðunum, har hann pástóð, at Sambandsflokkurin hevði arbeitt ímóti at Atlantic Airways kom upp í Føroyaflúgvingina. Hann segði millum annað, at Atlantic Airways hevur ongantíð verið nakað hjartabarn hjá Sambands-flokkinum, og at Sambandsflokkurin hevði veitt áhaldandi mótstøðu ímóti Atlantis Airways.

Samsvaraði ikki við Løgtingstíðindi
Eftir at hava lisið greinina, leitaði eg í Løgtingstíðindum, men fann einki har sum bendi á, at Sambandsflokkurin hevði verið ímóti, at føroyingar komu upp í millumlandaflúgvingina.
Í Løgtingstíðindum sást, at tá partafelagið Atlantic Airways varð sett á stovn í 1987, varð lógaruppskot lagt fyri tingið, har biðið varð um heimild at seta 1,02 mió. krónur í partapeningi í felagið, og hesum tók Sambandsflokkurin undir við. Í mars 1989 varð biðið um landskassaveðhald á 75 mió. krónur til P/F Atlantic Airways, og eisini tí uppskotinum tók Sambandsflokkurin undir við.
Eg spurdi tí Áka Andreasen í eini blaðgrein, hvat hann bygdi pástandin á, tá hann segði, at Sambands-flokkurin stríddist ímóti Atlantic Airways, men eg fekk einki svar.

Endurtøka av ósannindum
Nú, eitt hálvt ár seinni, síggi eg, at Áki er farin at endurtaka pástandin, sum hann hevði í bløðunum fyri hálvum ári síðani, og sum hann tá ikki kundi prógva. Nú skrivar hann millum annað um "illviljan móti Atlantic Airways sum eyðkennir Sambandsflokkin".
Eg fari tí at endurtaka spurningin, sum eg setti í august 2004, og vóni, at Áki hesa ferð kemur við einum svari. Spurningurin var soljóðandi: Hvat byggir Áki Andreasen pástandin á, tá hann sigur, at Sambandsflokkurin stríddist ímóti Atlantic Airways? Somu-leiðis vil eg út frá nýggjastu greinini hjá Áka spyrja, um hann gongur inn fyri, at føroyskt vinnulív fær var-andi rakstrarstuðul úr Landskassanum ?

Svar ynskist !