Sambandsflokkurin størsti flokkur í kanning

Nýggj veljarakanning gevur Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum meiriluta á tingi

 

Nýggj veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Portal.fo vísir, at Sambandsflokkurin hevði verið størsti flokkur, um løgtingsval var í dag. Flokkurin hevði fingið 26,3 prosent, sum er 6,3 prosentstig meira enn á seinasta løgtingsvalið. Tað hevði givið flokkinum 9 tingsessir, 2 fleiri enn á seinasta vali.

Fólkaflokkurin er næststørstur í kanningini. Hann fær 25,2 prosent, sum eisini er 6,3 prosent meira, enn á seinasta løgtingsvali. Tað hevði givið Fólkaflokkinum 8 tingsessir, 2 fleiri enn á seinasta vali.

 

##med2##

Javnaðarflokkurin fær í kanningini 18,3 prosent, sum er 7,3 prosent minni enn á seinasta løgtingsvali. Tað hevði givið Javnaðarflokkinum 7 tingsessir, 2 færri enn í dag.

Tjóðveldi fær sambært kanningini 15,9 prosent, sum er 1,8 prosentstig minni enn á løgtingsvalinum. Tað hevði givið Tjóðveldi 5 tingsessir, ein færri enn á seinasta løgtingsvali.

##med3##

 

Miðflokkurin fær sambært kanningini 5,9 prosent. Tað er 1,6 prosentstig minni enn á valinum, og tað merkir, at flokkurin fær 2 tingsessir í mun til tríggjar á valinum. 

Einasti flokku, sum stendur í stað í tingmannatali, er Miðflokkurin. Hann fær 5,4 prosent, sum er 1,2 prosentstig minni enn á valinum, men sum gevur sama tingmannatal, 2 tingsessir.