Sambandsflokkurin leggur fram slóðbrótandi uppskot um bústaðarpolitisk átøk

Sambandsflokkurin fer á einum tíðindafundi at leggja fram eitt slóðbrótandi uppskot um bústaðarpolitisk átøk.

 

Tíðindafundurin verður mánamorgunin 23. september 2024, kl. 10 - á Toftum, Ítróttarhúsið á Svangaskarði.  

 

Tað hevur í nógv ár verið arbeitt við at nøkta tørvin á bústøðum, bæði á sethúsum og íbúðum. Útboðið vísir seg nevnliga enn at vera væl lægri enn eftirspurningurin.

 

Kanningar gjørdar nýliga vísa, at tørvur er á minst 1.000 búeindum. Harafturat vísa kanningar, at nógv flest fólk ynskja egin sethús 86,6%, meðan 7,4% ynskja egna eigaraíbúð. Restin ynskir antin at leiga íbúð ella annað.

 

Vit mugu staðfesta, at verandi bústaðarmarknaður virkar ikki nóg væl og gevur ikki javnbjóðist atgongd til øll. Bústaðarmarknaðurin er undir trýsti og krøvini til fígging eru strong.

 

Sambandsflokkurin fer tí at leggja fram eitt ítøkiligt uppskot um bústaðarpolitsk átøk - ein bústaðarpakka. Talan er um átøk, sum kunnu geva fyrstuferð keyparum og lág- og miðalløntum ein veruligan møguleika at sleppa inn á bústaðarmarknaðin.

 

Á tíðindafundinum fer Bárður á Steig Nielsen, floksformaður og Erhard Joensen, løgtingsmaður, at greiða frá um endamálið og innihaldið í bústaðarpakkanum. Eftir framløguna verður høvið at seta spurningar.

 

 

 

Sambandsflokkurin