Um vit góðkenna meiningakanningar sum instrument til í minsta lagi at vísa tendensir, so mugu vit um hesa seinastu siga, at hon hevði nakrar greiðar boðskapir:
1. Framgongd til ríkisfelagsskapsflokkarnar
2. Afturgongd til fullveldissamgonguna
3. 60% av føroyingum vilja varðveita ríkisfelagsskapin
4. 75% av føroyingum kunnu upp á longri sikt hugsa sær eina tilveru uttan fyri ríkisfelagsskapin, men hetta er helst treytað av onkrum, sum t.d. at vit til ta tíð hava fingið ein sjálvberandi búskap. Í tí heila tikið eru viðmerkingarnar til ella fortreytirnar fyri hesum valinum ikki nóg væl lýstar.
Men altso her og nú eru 60% føroyingar, sum vilja hava eina ríkisrættarliga loysn, ið liggur innan fyri ríkisfelagsskapin. Hóast tað, so velja báðir samgonguleiðararnir í fullveldismálum ? løgmaður og varaløgmaður ? at seta fokus á hesi 75%, sum um 50 ella 100 ár kanska kundu hugsað sær eina aðra loysn, um ávísar treytir tá eru uppfyltar. Treytir, sum vit kanska hesi seinastu árini hava hildið vera batnandi, men sum nú aftur tykjast at fjara undan okkum. Men aftur til hesi 60%.0 Hvørji eru tey, og hvørjir flokkar munnu umboða tey á Føroya Løgtingi? Vit finna sjálvandi bróðurpartin í Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, men áhugavert er at síggja, at eisini í Fólkaflokkinum er meiriluti fyri at finna eina loysn innan fyri ríkisfelagsskapin.
Hesir flokkar hava svarað spurninginum, hvussu framtíðarstøða Føroya eigur at verða skipað, soleiðis í % (tað, sum vantar í 100, er »veit ikki« og »ikki upplýst«):
Innan fyri ríkisfelagsskapin:
Fólkaflokkurin 44,8
Sambandsflokkurin 94,5
Javnaðarflokkurin 82,4
Uttan fyri ríkisfelagsskapin:
Fólkaflokkurin 42,0
Sambandsflokkurin 1,4
Javnaðarflokkurin 7,0
Í somu meiningakanning fáa hesir somu flokkar tilsamans stuðul frá 65% av veljarunum. Boðskapurin frá veljarunum til hesar tríggjar flokkar tykist meira enn eyðsýndur. Hann er skorin út í papp: Setið tit tykkum niður saman og finnið eina loysn. Hetta eru teir flokkar, sum við skiftandi samansetingum og klípum hava myndað leiðsluna av okkara landi, síðan Heimastýrislógin kom í gildi, og hetta eru teir somu flokkar, sum fólkið nú setir sítt álit á til at finna eina loysn í ríkisrættarliga spurninginum.
Hvussu fæst so ferð á hesa tilgongdina, og hvør skal gera fyrsta leikin? Pauli Ellefsen vísir í Sosialinum hósdagin á, at Javnaðarflokkurin hevur lykilin og tí má hava fyrsta initiativið. Eg eri ikki ósamdur við hann um hetta, men haldi tó, at ein ávís signalering millum hesar tríggjar flokkarnar fyrst má vísa, hvar ein byrjan kann verða gjørd. Tað er umráðandi, at givin tekin eru so greið, at flokkarnir kunnu hjálpa hvør øðrum á glið. Hesum hava allir tríggir flokkar brúk fyri, og kemur gongd á, so koma eisini allir at slúka størri kamelar enn tað at bjóða hvør øðrum á fund.
Og tá ið so gongd er komin á, so er einki, sum hastar meira. Vit eru sloppin burtur úr hesum óskiljandi og stressandi skundi, sum Høgni Hoydal tykist at hava. Tað er, sum at fólk ikki skulu fáa tíð at skilja, hvat ið gongur fyri seg. Tey skulu ikki fáa tíð at fáa sálina við sær, men bara vakna við kaldan dreym handan fullveldismarkið. Ein broyting í okkara ríkisrættarligu viðurskiftum skal hava sína tíð, um nakað skilagott skal koma burturúr, og um breið undirtøka skal savnast. Og tíð hava vit nokk av.
Góðan arbeiðshug.
Gøtu 21. oktober 1999
Atli Hansen