Nótaskipið Saksaberg kom leygardagin á Kollafjørð við okkurt um 580 tonsum av sild, sum verður landað til matna. Saksaberg hevur roynt eftir sild í norskum sjógvi á leiðini uttan fyri Ålesund. Meðalstøddin á sildini er millum 270 og 290 gram.
Saksaberg byrjaði at landa í gjár og verður liðugur at landa í dag, skrivar reiðaríið á heimasíðuni.