Tað koyrir bara hjá HB og André Olsen, sum framvegis ikki hevur tapt, síðani hann tók við sum HB venjari.
Í dag endaði tað við 7-2 sigri á útivølli ímóti TB eftir 4-2 í fyrra hálvleiki. Hetta var fyrsta ferðin í meiri enn tvey ár, at HB skoraåi sjey mál. 13. august í 2023 vann HB 7-2 í Fuglafirði.
Bara ein spælari, sum ta ferðina var millum teir fyrstu ellivu, var í dag millum teir fyrstu ellivu. Tað er málverjin Bjarti Vitalis Mørk, sum mánadagin fer at vera við í fyrireikingunum til landsdystirnar ímóti Kroatia og Gibraltar.
TB fylgdi væl við í fyrra hálvleiki, tá ið Mohamed Samba, sum TB fyrr í ár leigaði úr HB, tvær ferðir svaraði aftur, eftir at HB hevði lagt seg á odda. Í fyrra førinum var tað, eftir at Ási P. Dam, sum í dag var sentralur miðvallari, skoraði, og seinna ferðin var eftir at Emil G. Pedersen skoraði.
Tað vóru tríggir tvífaldir málskjúttar við Stórá í Trongisvági í dag.
Sammy Skytte legði tíðliga í seinna hálvleiki HB framum 3-2 og 4-2, áðrenn Emil G. Pedersen skoraði til 5-2 og var tvífaldur málskjútti. Emil G. Pedersen er sera væl upplagdur. Hann hevur nú skorað 12 mál í landskappingini í ár, og síðani summarsteðgin hevur hann í fýra dystum skorað seks mál.
Emil G. Pedersen átti uppleggið, tá ið Ási P. Dam legði HB á odda 1-0, og hann átti eisini uppleggið, tá ið Jákup L. Thomsen økti um leiðsluna til 6-2. Innskifti Bartal Páll Klein staðfesti 7-2 sigurin, sum ber við sær, at HB hevur 48 stig og málmunin +21. NSÍ er næstfremst við 48 stigum og málmuninum +50.
TB er næstniðast við 11 stigum. 07 Vestur, sum um eina løtu fer at spæla á heimavølli ímóti B36, er aftast við 10 stigum, og FC Suðuroy hevur 13 stig.
Í 22. umfari fer TB at spæla á útivølli ímóti NSÍ, og HB verður partur av grannauppgerð í Gundadali.
TB – HB 2-7 (2-4)
0-1: Ási P. Dam
1-1: Mohamed Samba
1-2: Emil G. Pedersen
2-2: Mohamed Samba
2-3: Sammy Skytte
2-4: Sammy Skytte
2-5: Emil G. Pedersen
2-6: Jákup L. Thomsen
2-7: Bartal Páll Klein
Dómari: Heini Ziska Viðoy
TB: Anders Tønnesen – Torkil Holm, Musah Armah, Ragnar Joensen, Tummas Pauli Christiansson – Mohamed Samba, Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, Nikolei Johannesen, Joel Sundström, Mattias Dahl Djurhuus – Samudeen Musah
HB: Bjarti Vitals Mørk – Mathias Voss, Heðin Hansen, Áki Johannesen, Lassana Faye –
Sammy Skytte, Noah Mnenéy, Ási P. Dam, Heini Sørensen – Emil G. Pedersen, Jákup L. Thomsen











