Tað sigur Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, í samrøðu við Sosialin.
– Suðuroyartunnilin fer neyvan at hava eina positiva effekt á fólkatalið í Suðuroynni sum heild. Tað heldur Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur við sergrein í býarplan legging, sum hevur samanborið fólkatalsgongdina í økjunum, ið longu hava fingið undirsjóvar tunnil.
Hansara argument er, at av tí at tunnilin ikki bindur Suðuroynna beinleiðis til miðstaðarøkið, verður Suðuroyggin ein forstaður til Sandoynna. Hetta fer, sambært honum, at fáa fólk at aftrast við at flyta suður og annars støðast har.
Tí heldur hann, at suðuroyingar eiga at fyrireika seg væl.
– Skal man hava nakran livandi kjans at fáa eina positiva effekt av Suðuroyartunlinum, so er fyrsta treytin kommunusamanlegging. Suðuroyingar verða noyddir at endurhugsa Suðuroynna sum eina eind, sigur hann.
Tunnilin skal eftir galdandi ætlan koma upp í Sandvík, og hetta eigur at vera eitt avgerandi atlit, sigur samfelagsfrøðingurin í samrøðuni við Sosialin.
– Tað er eingin ivi um, at Sandvík og Hvalba verða nýggju vakstrarøkini í oynni, um tunnilin kemur. Tí má høvuðsstaðurin í nýggju Suðuroynni vera Hvalba, sigur Sámal Matras Kristiansen.
– Man má ásanna, at Tvøroyri og Vágur verða for langt burturi frá meginøkinum.
Lesið meira um málið í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga seg á við haldaranummarinum.