Hóast allir partar hava roynt at hildið kortini tætt at kroppinum síðani formansfundin leygardagin, sum var hildin aftan fyri stongdar dyr í Høllini á Hotel Hafnia, hevur stig fyri stig borið til at bygt upp eina mynd av tí, sum veruliga hendi. Somuleiðis, hvat veruliga lá aftan fyri samtyktina hjá formonnunum, ið áløgdu starvsnevndini at fáa loyst samstarvstrupulleikarnar, sum orðingin segði.
Tað vísti seg, at longu undan fundinum var greitt, at Ísak Mikladal var til reiðar at leggja frá sær sum aðalskrivari. Fríggjakvøldið hevði formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, sett seg í samband við aðalskrivaran, og tá gav Ísak Mikladal til kennar, at hann var sinnaður at leggja frá sær, um tað ikki kundi verða øðrvísi.
Og á sjálvum fundinum leygardagin fór KÍ-formaðurin til síðis eina løtu og ringdi til Ísak við einari heilsan frá formonnunum, ið góvu honum valið ímillum sjálvur at leggja frá sær ella at verða koyrdur úr starvinum. Sum skilst, gjørdi aðalskrivarin mestsum beinanvegin greitt, at hann vildi siga seg úr starvi, sum støðan var blivin.
Tað, sum formansfundurin hereftir kom at snúgva seg um, vóru fráfaringartreytirnar og annars framferðarhátturin víðari í málinum. Ísak Mikladal hevur tænt føroyskum fótbólti í yvir 17 ár, so tí vóru allir partar samdir um, at fráferðin skuldi skipast á ein virðiligan og ordiligan máta, so allir partar koma so heilskapaðir burtur úr málinum sum gjørligt.
Tosaðu fyri og ímóti
Fundurin leygardagin vardi í hálvansætta tíma, men fyrstu tveir tímarnir fóru meira til tos um bygnaðarbroytingar og annað, uttan at beinleiðis var komið inn á aðalskrivaramálið. Sum áður nevnt, vóru hesir báðir fyrstu tímarnir ein fundur, formenninir høvdu havt ætlanir um, áðrenn hetta síðsta málið stakk seg upp.
Um tveytíðina komu starvsnevndarlimirnir á fundin, og tá fór fundurin at snúgva seg um Ísak Mikladal og vantandi stevið í starvsnevndini. Fyrst legði FSF-forsetin, Høgni í Stórustovu, fram sínar grundgevingar fyri, hví hann ikki helt, at aðalskrivarin kundi halda fram í starvinum. Eftir framløguna fingu allir formenninir eintak av tí, sum forsetin har hevði lagt fram.
Síðani var tað Rúni Heinesen, sum vegna meirilutan í starvsnevndini grundgav fyri, hví tað ikki skuldi verða neyðugt at fara so langt, sum FSF-forsetin mælti til. Honum á baki segði Sveinur Tróndarsson nøkur orð, og síðani Niclas Davidsen, ið eftirfylgjandi fekk nógvar spurningar frá formonnunum um grundgevingarnar hjá meirilutanum. Longu tá kom týðiliga til sjóndar, at formenninir ikki vóru sinnaðir at varðveita aðalskrivaran í starvinum.
Tá hesin parturin av fundinum var av, fór starvsnevndin av fundinum aftur, og formenninir kundu í friði og náðum viðgera støðuna. Og tað var tá, at nevnda telefonuppringing varð gjørd, ið altso endaði við, at Ísak Mikladal sjálvur valdi at siga seg úr starvi. Hesi boðini gagnaðust formonnunum so væl, at teir fagnaðu teimum við lógvabrestum, og tað tóktist greitt, at hesin útgangurin av málinum var ein lætti hjá øllum.
Samráddust í gjár
Tað, sum nú var eftir at fáa upp á pláss, vóru fráfaringartreytirnar hjá Ísaki Mikladal, og longu leygardagin gjørdi hann greitt, at tá tað skuldi samráðast um hetta, so ynskti hann eisini at gera av, hvørji umboð fyri starvsnevndina skuldu vera við til hesar samráðingar – og tí eisini, hvørji ikki skuldu vera tað. Hesum eftirlíkaðu formenninir.
Tann fundurin var í gjár, har Ísak Mikladal við sínum sakførara sat øðrumegin borðið, meðan umboðini hjá Fótbóltssambandinum – eftir aðalskrivarans ynski – vóru Rúni Heinesen, Niclas Davidsen og Magnus á Stongum, umframt at Fótbóltssambandið eisini hevði sakførara sitandi við borðið.
Í dag fundast øll starvsnevndin um málið, og har skal støða takast til tað, partarnir á fundinum í gjár mugu vera komnir ásamt um. Eftir fundin leygardagin kom fram, at starvsnevndin hevði fingið freist til í kvøld at fáa loyst samstarvstrupulleikarnar, so kann roknast við, at starvsnevndin hjá Fótbóltssambandinum í kvøld kemur út við einari endaligari niðurstøðu.
MYNDATEKSTUR:
Ísak Mikladal gjørdi longu fríggjakvøldið greitt, at hann var sinnaður at leggja frá sær sum aðalskrivari, og nú verður so samráðst og tingast um, hvussu fráfaringartreytirnar skulu vera
Savnsmynd: Álvur Haraldsen