Saggi er klárur við harmonikuni

(Bátaradio) Sakaris "Saggi" Hansen gav sær tíð til at spæla tvey harmonikuløg fyri lurtarunum hjá Rás2

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr eitt lítið brot, har Sakaris "Saggi" Hansen spælir eitt lítið brot av sanginum "Amanda fra Haugesund". Ian D. Jacobsen hevur gjørt upptøkuna. 

 

TRÝST á Pílin UNDIR myndini, og hoyr bæði eina samrøðu Vilmund Jacobsen, reportari hjá Rás2 gjørdi við Saggi í sendingini "Bátaradio".

 

Í ljóðbrotinum hoyra vit eisini Saggi spæla tvey løg fyri lurtarunum hjá Rás2. Staðfestast má, at Saggi, sum nú røkkur pensjónsaldrinum er væl fyri at spæla harmoniku fyri teimum mongu bátafólkunum, sum eru í Hvalvík í dag.