Sävehof tapti greitt í fyrru European League áttandapartsfinaluni

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir eru seks mál aftanfyri til returdystin í Partille

Ein vánaligur seinni hálvleikur kostaði Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgunum dýrt í fyrru EHF European League áttandapartsfinaluni á útivølli móti sveisiska liðnum, Kadetten.

 

Sävehof var á odda 14-13 í steðginum, men í byrjanini av seinna hálvleiki gekk illa í hond, og so var Kadetten á odda 24-16. Tað endaði við 32-26 sigri til Kadetten, so Sävehof má vinna returdystin í Partille komandi týskvøld við sjey málum fyri at vinna seg í fjórðingsfinalurnar.

 

Elias skoraði trý mál fyri Sävehof í kvøld.