Sävehof helt fast í sigursrøðini

Hóskvøldið vann Sävehof á Malmö á heimavølli

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof leiktu hóskvøldið dyst á heimavølli í Partille móti Malmö.

 

Tað eydnaðist Sävehof at halda fast í góðu gongdini og vinna dystin 32-28. Í fyrra hálvleiki var tað tó útiliðið sum var omaná. Í steðginum var Malmö á odda 12-10.

 

Sävehof er næstfremst í bestu svensku hondbóltsdeildini við 20 stigum fyri 12 dystir. Skövde er oddalið við 21 stigum, men hevur spælt ein dyst fleiri enn Sävehof.

 

Óli skoraði fýra mál og legði upp til fimm mál í dystinum móti Malmö.

 

Mánakvøldið klokkan 18 spælir Sävehof aftur móti Malmö. Hesaferð á útivølli.

 

Sävehof spælir ikki seinasta dystin í hesum kalendaraárinum fyrrenn 29. desember, tá teir spæla á útivølli móti Lugi.