Sóttreinsað vatn eigur ikki at renna óneyðugt

Skipanin millum Nes kommunu og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna við vatnroyndum helt fram í 2010.

- Fyri at vatngóðskan skal vera so góð sum gjørligt, varð í 2010 farið undir at pumpa vatn úr Toftavatni, áðrenn vatnið minkaði ov nógv í Kornvatni. Hetta hjálpti heilt væl fyri vatngóðskuna.

Tað sigur borgarstjórin í Nes kommunu, Símun Johannesen, í kunning til borgararnar í kommununi.

Hann leggur tó aftrat, at hetta økti um kostnaðin, tí pumpað varð yvir eitt longri tíðarskeið.

- Vit vilja tí heita á øll í kommununi, bæði privatfólk og virkir, um at ansa eftir ikki at lata vatn renna óneyugt. Tað er bæði kostnaðarmikið og skilaleyst at lata sóttreinsað vatn renna óneyðugt, sigur borgarstjórin.