Sáttmálin ikki staðfestur fyrr enn í september

Nevnd og limir í SFS fylgja væl við gongdini í samráðingunum millum AFF og Finansforbundet Tað kann tykjast eitt sindur fløkt, tá talan er um sáttmálar innan føroysku fíggarverðina. Tað eru tvey fakfeløg, sum umboða starvsfólkini, Finansforbundet, sum er danskt fakfelag við føroyskari deild, og so Yrkisfelag hjá Fíggjarstovnum í Føroyum

Men tað endar ikki her. Tí YFF er í veruleikanum tvey faløg, YT, ið umboðar starvsfólkini í Tryggingarfelagnum Føroyar og LÌV, og so SFS, ið umboðar starvsfólkini í Eik og sparikassunum, umframt Elektron.

Og tá kunngjørt verður, at sáttmáli er skrivaður millum AFF, sum umboðar føroysku fíggingarstovnarnar, og YFF, so er hetta bert partvíst rætt. Tí bert annar parturin hevur formliga staðfest sáttmálan, nevniliga YT.

- Sáttmálin hjá okkum verður ikki staðfestur fyrr enn á aðalfundinum, sum verður í september. Tá skulu limirnir atkvøða um úrslitið av samráðingunum, so tað er higartil bert nevndin, ið hevur góðkent sáttmálan, sigur Una Gunnarsson, næstformaður í SFS.

Fylgja gongdini

Una Gunnarsson sigur, at í løtuni kunnu tey bara fylgja við, hvat hendir, og tað gera tey eisini.

- Eg tori ikki at siga nakað um, hvat vit møguliga kundu gjørt, fær Finansforbundet ein munandi betri sáttmála, enn vit hava fingið, sigur hon.

Spurd um tað ikki er rímiligt, at starvsfólkið fær ein størri bita av køkuni, tá tað gongur væl, sigur hon, at tað er tað helst ? men at tey so mugu góðtaka minni ágóða, tá tað gongur illa.

- Tað má jú virka báðar vegir, heldur Una Gunnarsson.

Formaðurin í SFS, Hans Jákup Langgaard, sat á fundi í allan dag, og tí fekst ikki fatur á honum. Og Una Gunnarsson vil ikki úttala seg um, hvat nevndin fer at mæla limunum til á aðalfundinum, skuldi limirnir í Finansforbundet fingið munandi betri sáttmála.

- Tað er nakað, sum nevndin má tosa saman um, sigur næstformaðurin í Starvsfólkafelag Føroyskra Sparikassa.