Sætta krimisøgan við Hannis Martinsson á gøturnar

Sætta krimisøgan um tann gravandi blaðmannin Hannis Martinsson, eftir Jógvani Isaksen, kemur nú út. ... Løgmaður í skyggjandi svørtum regnfrakka og líka so blonkum, svørtum sydvesti stóð týðuliga fast upp á at fara upp í lyftuna. Løtu seinni flutti lyftan seg yvir ímóti trænum, og løgmaður trein upp í hana. Fíggjarmálaráðharrin fór aftan á løgmanni og tók í økslina á henni. Elin Høgfjall skakaði hondina av sær, snaraði sær á og seig saman í botninum á lyftukurvini.

Føroya nývaldi kvinnuligi løgmaður verður skotin, tá ið hon skal tendra jólatræið á Vaglinum. Stutt seinni verða tvey fólk brend inni umborð á einum báti á Vestaru Vág. Hannis Martinsson arbeiðir aftur á Blaðnum og fer undir at kanna, um tað er nakar samanhangur, og um illvilji ímóti samkyndum hevur nakran leiklut...

Ja, enn einaferð er spenningur í køldu føroysku jólaluftini.

Seinnu árini hava bøkurnar Krossmessa, Adventus Domini, og Metusalem, verið millum jólagávurnar undir næstan hvørjum jólatræði, og er lítil ivi um, at sætta bókin um Hannis Martinsson, sum ber heitið Norðlýsi, eisini verður at finna undir mongum jólatræði.

Jógvan Isaksen hevur frammanundan givið út bøkurnar, ?Blíð er summarnátt?, ?Gráur Oktober?, ?Krossmessa?, ?Adventus Domini? og ?Metusalem?, og er ?Norðlýsi? sostatt tann sætta í røðini.