Undan jólum kom ein sera forvitnislig, higartil nógv umrødd og væl seld bók út í Føroyum.
Ætlaði mær altíð at ummæla hesa í føroyskum bókahøpi og sálarfrøði sjálsomu bók, men aftraði meg upp undir jólini, síðani talan var um lítið unniligan jólalestur.
Bókin fevnir í høvuðsheitum um frásagnir frá fimm ymiskum kvinnum um teirra og familjunnar royndir av sálarligum harðskapi í parlagi.
Høvundin hevði eina tíð starvast sum sálarfrøðingur í Kvinnuhúsinum, haðani nomið sær beinleiðis innlit í slíkar trupuleikar og hevur so síðani viljað lutað sínar upplivingar og vitan við okkum mongu, tó sjalvsagt við tryggum atliti til neyðuga tagnarskyldu.
Tað hevur Súsanna eisini megnað. Helt meg sjálvan gjøgnum mítt lívsstarv kenna til flest øll slík ólíkindi, men áni kortini ikki, hvørjar hesar fimm familjurnar eru, og gott tað sama ,og eg skal ikki vita tað, tí eyðmerking er í grundini óáhugaverd og púra óneyðug, síðani tað eru sjálvar frásagnirnar, sum telja og tala fyri seg við atliti til undran, umhugsni, og vónandi elva til debatt og síðani til bæta.
Bókin snýr seg um sálarligan harðskap, sum illa kann staðfestast eins objektivt sum kropsligur slíkur, men verður subjektivt upplivaður av ofrinum og fyri tað væl kann kennast meira niðrandi, kúgandi og særandi, tískil heitið á bókini: ”Um bara hann sló meg”.
Bókin er væl skrivað og orðað á lætt lisnum gerandismáli. Gamaní er umframt beinleiðis frásøgnirnar aftast í bókini stutt ástøði um sløg av harðskapi, eyðkenni fyri kúging manna millum, møguligar forkláringar og um harðskapsstøðuna manna millum úti í heimi, men annars viðger høvundin sum so ikki tær fimm harðskapsfrágreiðingarnar, sum bara standa eftir sjálvstøðugar. Tað skulu tær eisini gera fyri at tæna sínum endamáli, sum er at kveikja tilvitið og elva til debatt millum lesarar.
Tað er stórur áhugi fyri bókini og er hon nógv seld og umrødd. Tað er bragd høvundans, at hon við bókini hevur varpað ljós á og sett orð á sálarligan paralagsharðskap, sum higartil hevur verið lutfalsliga fjaldur og duldur í samfelagnum, og fólk yvirhøvur hvørki hava megnað ella viljað sett orð á, hóast summi fólk innast inni væl munnu kenna seg ella síni aftur í tekstinum.
Fólk, sum eg havi tosað við um bókina, hava yvirhøvur ógvast við og verið í øðini inn á mannkynið, sum kemur fram í frásagnunum, og hetta hóast høvundin fleiri staðir viðurkennir og minnir á, at deils er bókin skrivað út frá Kvinnuhúsinum, og deils finnist kenslulig niðurgerðing og kúgan av monnum eisini um enn higartil nakað minni staðfest og alment kent, enn tá menn kúga kvinnur.
Helst eru vit flest øll so ella so líka góð ella vond innan harðskap sínamillum, síðani harðskapur er so fjøllbroyttur og hevur so mangar skortar. Og fyri at koma mannavondum harðskapi frægari til lívs mugu vit koma nærri inn at kjarnunum í fryibrigdinum, fáa sum mest fram í ljósið, skifta orð um tað og haðani seta út í kortið viðv. bata, fyribyrging og ábótum.
Framløgukvøldið fyri hesi bók í Miðlahúsinum, sótu eg og fróðahjúnini í Skorini saman á bríkini.
Tey bæði høvdu í sínum lagi í farna árið granskað Holocaust og týning av jødum. Rólant hevði aftaná saman við Sólstein eina sera, sera áhugaverda raðsending í ÚF um m.a., hvat í verðini fekk so mong annars siviliserað fólk úr fremsta mentunardepli Europa at bera seg so illa at móti jødum.
Sjálvur hugleiddi eg í fjør saman við Armgarð í ÚF um m.a. óndskap í samb. við Breivikmálið, men vit komu eins og í Skorini-hjúnini ikki til nakra endaliga og greiða niðurstøðu, hvaðani, hvussu og hví mannavondur harðskapur stendst.
Og helst er júst hetta ein hin størsta avbjóðing til friðargranskarar, samfelagsfrøðingar, sálarfrøðingar , onnur eins og okkum øll at gáa um og at gera við, og um ikki einaferð með alla, so stigvíst ella í smáum, har allur bæti bøtir.
Annars tykir mær meniskjuna vera eina sera løgna veru, sum í lívinum fonglast nógv við partú at vilja skikka meðmenniskju og Gud í somu trongu mynd sum ein í fáfongdini sjálvur, harav kúgan av meðmenniskjum , maktmissnýtsla av berari ómegd og trúarstríð um ein og sama Gud.
Eg var heiman á jólum og sá tá í sjónvarpi eina dokumentarsending frá allarseinastu døgum teirra, sum fyri stutt sjeyti árum síðani vórðu hongdir í Nurnberg fyri misgerðir móti jødum og mannaættini annars. Í sendingini var ein hermaður røttu megin og av jødaætt.
Hann hevði sum so bert lítið við sjálva rættargongdina at gera, men fekk høvi til at koma regluliga á tal við teir skuldsettu og seinri hongdu.
Honum eyðnaðist at fáa veruligt samband við fleiri av hesum, m.a. Hermann Gøring, og metti at mannavondu atgerðir teirra umframt annað, var grundað á tvørrandi vilja og sálarligan førleika til at liva seg inn í annara manna forløg, upplivingar, støðu og kenslur ,og harvið nakað sum minnir um manglandi empati.
Og tí bóru hesi fólkini seg so at, at síggja til púra kensluleys, tó treytaleyst lýðin mótvegis boðum og vilja úr erva.
Neyvan koma vit nakrantíð heilt á mál at greina gáturnar um óndskap og tað ónda í menniskjum, kærleika í mun til hatur o.s.fr., tó vit kunnu alsamt royna at savna tilfar til tað margfalda putlispælið. Í so máta kann bókin hjá Súsonnu gerast eitt ávíst íkast at varpa ljós á og at gloppa eina hurð til almenna tilvitsku og debat um ein higartil nokk so vanligan almennan, men í so duldan samlívstrupuleika, sum er harðskapur kynjanna millum og í hesum føri sálarligur tílíkur.
Columbusegg ?
Bókin er í veruleikanum eitt skrivligt frambrot í Føroyum á sálarfrøðiliga økinum.
Væl hava universitetsskúlaðir sálarfrøðingar umsíðir virkað her á landi í stívliga fjøruti ár, tó liggur enn bert lítið fakligt á prenti eftir tey uttan okkurt hissini í bløðunum afturat greinum í alheims vísundatíðarritum.
Eg veit um góð handrit innan væl kunnandi heildarsálarfrøði á føroyskum máli ætlað til miðnámslestur, sum í áravís hava ligið hampuliga klár til prentingar, tó tey eru ikki komin út, eins og onnur bøla oman nógvum arbeiðsroyndum, sum kundu komið øðrum til gagns. Tað er spell, og av øllum syndarum í so máta eri eg helst ein hin størsti.
Men Súsanna O Skaale hevur so í eini handavending megnað alment at luta sína fakligu vitan og royndir við okkum øll og tað á ein hátt og á einum máli, sum kann fáa lesaran at hugsa og vónandi skifta orð um fyribrigdið sálarligur harðskapur í parlagi og haðani kanska hvessa sær vitið enn meira, gáa neyvari og víðari um og virka til bata.
Hevði eg sjálvur kunnað gjørt mítt arbeiðslív við m.a.nógvari undirvísing umaftur ,hevði eg avgjørt brúkt hesa bók sum flokssett, tí úr henni kann nógv sínamillum orðaskifti fáast, eisini um annað enn beran sálarligan harðskap.
Bókin kann partvíst fatast sum eitt granskingarverk ella sonevnt ”Case Study”.
Sálarfrøðislig gransking fer annars fram í Føroyum, tó tað enn er lítið sjónskt á prenti í almenna rúminum. So var ikki í Føroyum fyri bert fáum árum síðani, tá eg var tilnevndur í eina norðurlendska nevnd at játta miljónaupphæddir til júst slíka gransking um harðskap í parlagi, men gakk: púrt eingin umsókn og sannlíkt lítil áhugi og megd úr Føroyum, og har sat eg so í fleiri ár og krøkti mær tærnar av berari skomm, meðan miljónirnar rullaðu í allar aðrar norðurlendskar ættir.
Gransking og harav víðari boðbering skuldi innan sálarfrøði verið upplagt í Føroyum, men er kanska hjá fólki møtimikið at útinna oman á drúgvan og slítandi arbeiðsdag, og tað serliga um granskingarevnið líkist og er eyka tyngjandi omaná gerandisstrevið.
Tí er tað eitt framstig, um granskingarhøvi er partur av starvssetan ,ella styrkur fæst úr granskingargrunnum til at keypa sær farloyvi at granska og skriva.
Súsonnu O Skaale verður ynskt hjartaliga tillukku við hesum fyrsta spíranum innan sálarfrøðisligar bókmentir á føroyskum , og okkum leingist eftir meira frá hennara hond.