Filmurin ?Í sama báti? er ein ferð við 16 norðurlendskum ungdómum umborð á einum víkingaskipi. Ungdómarnir hava ein dreym um eina spennandi framtíð. Filmurin er gjørdur í samband við at Norðurlandaráðið í ár er 50 ár.
Í filminum fylgja vit teimum 16 ungdómunum umborð á norska víkingaskipinum ?Gaia?. Tað eru feðgarnir Ivars Silis og Inuk Silis Høegh úr Grønlandi sum hava staðið fyri uppskotinum og framleiðsluni av filminum.
Inuk Silis Høegh, ið sjálvur hevur ættarbond bæði í Grønlandi, Danmark og Baltikum, sigur at hetta hevur verið ein sera spennendi uppgáva. Hetta er fyrstu ferð hann hevur havt møguleikan at vitja øll norðanlondini.
- Norðurlond vildu havt eina góða framtíð um hesi sekstan ungu fólkini vóru umborð á eini Norðurlendskari Ørk, og skuldu tryggja Norðurlondum eina framtíð, sigur Inuk Silis Høegh. Hann vísir á at hesi ungu eru inni í einum tíðarskeiði í lívinum har tey eru í eini spennandi menning, samstundis sum tey eru opin fyri framtíðini.
Heimstaðið
Umframt at fylgja teimum 16 ungdómunum umborð á ?Gaia?, so vitja vit eisini á heimstøðunum hjá ungdómunum.
Vit fáa millum annað møguleikan at kaga inn í nakrar av dreymunum hjá Sáru Jógvansdóttur úr Vestmanna. Vit fylgja eisini Sáru í hennara gerandisdegi í Vestmanna. Á sama hátti vitja vit heimstøðini hjá hinum ungdómunum.
Inuk Silis Høegh, ið er 29 ára gamal, sær Norðanlond sum eina lítla bygd í heiminum. Hetta roynir hann at vísa okkum í tí 26 minuttir langa filminum.
- Tey ungu vóru trilvandi tá tey hittust, men gott lag og stríðsvilji broytti óvissuna til veitsluróma, har øll hugnaðu sær. Tað var stuttligt at síggja hvussu skjótt tey ungu funnu hvønn annan um landamørkini. Máltrupulleikarnir vórðu loystir við skemti og kroppsmálið. Í dag veit eg at fleiri av teimum ungu framvegis halda sambandi viðlíka, og tey hava vitja hjá hvør øðrum, sigur Inuk Silis Høegh.
Til skúlar
Filmurin er vælegnaður sum partur av undirvísing í skúlunum. Umframt filmin, so hevur Norðurlendska Ráðharraráðið eisini framleitt vegleiðingarhefti og eina fløgu sum gevur neyvari upplýsningar um tey norðurlendsku londini og tað norðurlendska samstarvið.